Malan og Bergur.jpg
Malan Marnersdóttir og Bergur Rønne Moberg hava givið stórt íkast til nýggja verkið
Brynhild Thomsen
22.09.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Bøkurnar um nýggja Útnorður koma í næstu viku

Nýggja stórverkið um Útnorður verður at fáa hósdagin í næstu viku. Talan er um tvey bind, sum eita Denmark and The New North Atlantic 1 og 2

Ein stórur og tvørvísindaligur granskarabólkur við søgufrøðingum, bókmentasøgufrøðingum, lista- og mentasøgufrøðingum úr Útnorðri og Danmark hava í mong ár granskað og skrivað bøkurnar, sum 1. oktober kunnu bíleggjast frá forlagnum hjá Aarhus Universiteti (sí niðanfyri).

Verkið kannar, hvussu nýggir karmar kunnu setast um samstarvið í Útnorðri.

Umframt landafrøðiligar líkleikar, hava londini – Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoreg – tað í felag, at tey hava hoyrt til danska imperiið. Talan var um asymmetriskt vald í ymsum stigum og við ymiskum andliti frá landi til land.

Í dag verða gomul hierarki endurskipað og roynt verður at seta jøvn samstørv í verk.

Verkið vísir kortini, at fortíðin hevur sett djúp spor, hugmyndaliga og kensluliga – bæði í viðurskiftunum við Danmark og millum londini í Útnorðri.

Bøkurnar eru ritstjórnaðar av Kirsten Thisted frá Universitetinum í Keypmannahavn og Ann-Sofie N. Gremaud frá Universitetinum í Íslandi, og útgangsstøðið er, at hjálondini í Útnorðri ongantíð gjørdust partur av søgusigingini, tá danski nationalstaturin varð stovnsettur.

Stórt íkast frá Setrinum

Bergur Rønne Moberg, lektari í bókmentum á Fróðskaparsetrinum er høvuðsrithøvundur í kapitlinum, ”The Blue Atlantic. North Atlantic Imagined Geography”.
Sjálvur sigur hann soleiðis um sítt íkast:

- Blái liturin, ið sipað verður til, er sum útgangsstøði ein undirstriking av, at her er ikki talan um ímynd av ‘the Black Atlantic’, sum sipar til (lýsingar av) munandi meira harðrendum koloniseringum aðrastaðni í heiminum enn donsku koloniseringarnar í okkara parti av Norðuratlantshavi.
- Paul Gilroy hevur lýst hetta "The Black Atlantic", sum ein av hansara bókum kallast, og sum er ein heilt annar heimur enn privilegeraða Norðuratlantshavið.
Blái liturin sipar annars í fyrsta umfari til ímyndir um londini og mentanirnar í Norðuratlantshavi sum landafrøðir, ið líða undir kapasitetstroti, tí tær hava verið so ‘uttalaga staddar’ og fámentar.
- Her er talan um klassiskar ímyndir um norður, ið verður lýst sum einsamalt og grátt rakland, og sum tískil kallar fram eina ‘bláa’ kenslu, eina blues-kenda kenslu.
- Hetta er ein ímynd, sum av fyrstan tíð er komin uttaneftir, og sum vit kenna frá m.a. evropeiskum ferðafrágreiðingum og topografium. Tá hesar mentanir mennast til modernaðar, (lista)skapandi tjóðir og byrja at hugsa nærri um egnan samleika, eru tær ávirkaðar av kontinentala eygnabránum uttaneftir. Men tær finna samstundis sína egnu rødd og blanda eygnabráið uttaneftir við eygnabráið innaneftir.
- Í hesum høpi verður blái liturin serliga settur í samband við havið, sum bindur hesar landafrøðir saman, og sum ikki longur ímyndar fjarleika og kapasitetstrot, men reinleika, ríkidømi og attraktiva náttúru mitt í einari tíð við stórdálking og hættisligum veðurlagsbroytingum.
- Havið og náttúran yvirhøvur miðla eina nýggja sjálvstilvitan. Tað kemur til sjóndar við, at hesar mentanir tilogna sær og kortleggja sítt egna eftir at hava verið lýstar og kortlagdar av øðrum. Norðuratlantisku mentanirnar venda ’upphavligu’ kontinentalu og kolonialu kortleggingunum og objektiveringunum av sær sum ’fjarar’ og meira og minni ’týdningarleysar’ landafrøðir á ranguna.
- Vit tosa í kapitlinum tískil um ’The Importance of being Unimportant’ (Epeli Hau’ofa), sum endurspeglar eina dynamiska blanding av eygnabránum uttaneftir og innaneftir. Ein nýggj sjálvkensla veksur fram í hesum dupulteygnabránum, sum í stóran stíl brúkar landafrøðina skilt sum hav, ísur, fjøll, bøur, vøtn, forberg, eldgos, heitar keldur og ljósspæl til at skapa eina sjálvstilvitan og ein sjálvstøðugan samleika.
- Sorgblídni um at vera ein ‘fjarur’ norðurheimur er í hesum høpi bara ein av fleiri landafrøðiligum ímyndum innan norðuratlantiska list og mentan, sum vit hyggja nærri at, sigur Bergur Rønne Moberg.

Fjølbroyttar og djúptøknar lýsingar
Lektarin leggur aftrat, at regiónin er vorðin rík og og støðugt ríkari upp gjøgnum 20. øld, og hetta hevur ávirkað landafrøðiligu sjálvsmyndina. Landafrøðin verður ímyndað og brúkt á nýggjan hátt.
- Kapittulin lýsir í hesum sambandi, hvussu listafólk sum ferðavinna brúka landafrøðina og náttúruna sum ‘place-branding’ og uppmerksemiskapital. Vit hava kannað, hvussu alt frá skaldsøgum og myndlistaverkum til bókamessur og ferðavinnureklamur promovera regiónina við at verða gjøgnumseyrað av landafrøðiligum ímyndum, sigur hann.
- Kapittulin viðger dømi úr bókmentum, bókamessum, myndlist, ferðavinnulýsingum, fíggjarkreppum, fiskiskapi og havnum (Føringahavnin), umframt ymiskar hendingar. Greiningarnar eru stjórnaðar av nýggjum sum eldri hugtøkum.
- Mentan og list í hesum londum og í hesari región eru ikki einans kannaðar sum koloniir, men eisini við ymsum øðrum tilgongdum til landafrøði: sum oyggjar, sum norðurheimur, sum ’ultraminor’ tvs. ikki-metropolar mentanir, sum útjaðari.
- Samanumtikið er talan um sera fjølbroyttar og djúptøknar lýsingar av ímyndum um landafrøði í Norðuratlantshavi, sum røkka inn í og út um postkolonialar lýsingar, sigur Bergur Rønne Moberg, lektari.

Grundlóg og krimi

Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum hevur havt ritstjórábyrgdina av sjeynda parti í verkinum, sum kallast "Sovereignty, Constitutions and Natural Resources".

- Har eg havi skrivað um føroyska grundlógararbeiðið. Krimi- og dagbókaskaldsøguna "Djevelen kan ikke lese" hjá Silviu Henriksdóttur havi eg lisið sum eitt hvast svar til føroyskan (tjóðskapar)politikk. Samstundis fer brotsgerðin fram undir sjálvum hátíðarhaldinum fyri loysingini og er tvinnað saman við viðurskifti í víðgongdari átrúnaðarligari sekt. Harafturat havi eg skrivað um ta innanhýsis kolonisering, sum føroyski fiskiskapurin í Grønlandi var, sigur Malan Marnersdóttir.

- Land varð tikið við staðarnøvnum, men fólkið í landinum var navnleyst, tí endamálið var at koma fram at stóra fiskiríkidøminum, sum hevði so stóran týdning fyri búskapin hjá einstøku fiskimonnunum og fyri landið Føroyar.

- Eg havi luttikið í partinum um narrativ um reinleika og trúskap, og í kapitlinum um tjóðskaparligar kynjatrupulleikar havi eg skrivað um tær nýggju søgurnar um kyn í Føroyum.

- Í skaldsøguni "Barbara" havi eg serliga lagt dent á kapitaliseringina av kenslunum, sum eru í umfari, og á leiklutin hjá Barbaru sum "ta føroysku náttúruna", sum ikki kann verða flutt av landinum. Tilsamans havi eg tikið lut í fýra av teimum sjey pørtunum og verið ritstjóri á einum, sigur Malan Marnersdóttir, professari.

Útgávan um Útnorður kann bíleggjast hiðani.

Innihaldsyvirlitið í bindunum kann síggjast her.