Skriva út
Bogi Bech Jensen adjungeraður professari
Bogi Bech Jensen, sum hevur verið professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini síðan 1. januar 2014, fer nú í annað starv. Hann tekur við starvi sum rektari á Skúladeplinum í Marknagili 1. august 2015.
Bogi fer tó framhaldandi at hava tilknýti til Setrið, tí frá 1. august 2015 verður hann adjungeraður professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini. Hetta ber í sær, at hann m.a. fer at stuðla undir menning av útbúgving og gransking innan orkuverkfrøði og at hava fakliga ábyrgd av ávísum skeiðum í útbúgving av orkuverkfrøðingum. Somuleiðis fer hann í ein ávísan mun at kunna vegleiða og undirvísa í pørtum av orkuverkfrøðiútbúgvingini á Setrinum.
Vit ynskja Boga til lukku við rektarastarvinum á Skúladeplinum í Marknagili og við adjungeraða professoratinum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...