Bogi Bech Jensen professari í orkuverkfrøði
03.12.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Bogi Bech Jensen professari í orkuverkfrøði

Bogi er errin av at sleppa at ganga á odda fyri føroyskari gransking í orkuverkfrøði. Hann hevur alla tíðina havt ætlanir um at venda aftur til Føroya og bjóða fram sín fakliga førleika til at menna samfelagið longur fram á leið.


Á tíðindafundi fyrrapartin varð avdúkað, at Bogi Bech Jensen er settur í starv á Náttúruvísindadeildini sum professari í orkuverkfrøði frá 1. januar 2014 at rokna. Hetta er liður í, at Setrið hevur raðfest varandi orku sum eitt av sínum fokusøkjum.

Á tíðindafundinum byrjaði Hans Pauli Joensen, dekanur á Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi, við røðu, har hann stutt lýsti framtíðarætlanirnar og lýsti førleikar hjá Boga. Eisini kunnaði hann um samstarvið við Statoil, sum bæði fyrr og aftur nú hevur veitt dyggan stuðul til granskingina á Setrinum.

Næstur var Sigurð í Jákupsstovu, rektari, sum kom inn á týdningin av, at vit í Føroyum arbeiða fram ímóti at fáa ein miðvísan orkupolitikk og hvønn leiklut Setrið hevur í hesi menning og gransking.

Seinastur var nýsetti professari í orkuverkfrøði, Bogi Bech Jensen. Eftir fleiri á uttanlands, har Bogi hevur ment seg enn meira fakliga, hevur hann nú tikið avgerð um at flyta heim aftur til Føroya og taka av hesum starvinum á Setrinum.

Vit fara at bjóða Boga vælkomnum á Setrið.

Les røðu hjá Hans Paula Joensen, dekani á Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi

Les røðu hjá Sigurði í Jákupsstovu, rektara