Bogi Bech Jensen um vindorku
Í september mánað í ár kom út nýggj bók, skrivað av 16 serfrøðingum í orku og orkupolitikki.
Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við Tore Undeland, professara á Norwegian University of Science and Technology (NTNU) í Noregi, skrivað ein kapittul í júst útkomnu bókini “The Political Economy of Renewable Energy and Energy Security – Common Challenges and National Responses in Japan, China and Northern Europe”, sum er givin út av Palgrave Macmillan í Bretlandi.
Bókin er skriva av 16 høvundum úr Danmark, Noregi, Onglandi, Japan, Kina og Føroyum, sum eru leiðandi serfrøðingum innan orku og orkupolitikk. Bogi Bech Jensen hevur skrivað kapittulin um vindorku, sum er økið, Bogi hevur arbeitt mest við seinastu árini.
Bókin er ritstjórnað av Espen Moe, lektara á NTNU, og Paul Midford, professara á NTNU.
Les meira um bókina her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...