Skriva út
Bogi Bech Jensen útnevndur professari í Bretlandi
Bogi Bech Jensen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, er júst útnevndur Visiting Professor á Newcastle University í Bretlandi.
Bogi er sera aktivur granskari. Hann hevur skrivað út við 70 javnlíkamettar vísindaligar greinar og er ritstjóri á vísindaliga tíðarritinum IEEE Transactions on Industry Applications. Bogi er serliga virkin á altjóðavøllinum, sum eisini sæst í tíðindagreinini hjá Newcastle University, har nevnt verður, at Bogi er ein av heimsins leiðandi serfrøðingum innan sítt øki.
Bogi vardi doktararitgerðina á Newcastle University á vári 2010 og síðan tá hevur hann havt nakað av samstarvi við Newcastle University. Við at seta Boga sum Visiting Professor ynskir Newcastle University nú at heiðra Boga og formalisera samstarvið.
Greinin hjá Newcastle University sæst við at trýsta á hetta leinkið
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...