Skriva út

Bogi Bech Jensen vísindaliga grein í SAE International Journal of Alternative Powertrains

Meting av køling og hitayvirføring í einum hubmotori í elektriskum súkklum og motorsúkklum er evnið í vísindaligu greinini, sum Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini, saman við øðrum hevur skrivað í tíðarritinum SAE International Journal of Alternative Powertrains.


Greinin leggur fram møguleikan at nýta lumped parameter analysu, finite element analysu og Computational Fluid Dynamics analysu til at meta um køling og hitayvirføring í hubmotorum í elektriskum súkklum og motorsúkklum. Greinin hevur heitið “Numerical and Experimental Investigation of Heat Flow in Permanent Magnet Brushless DC Hub Motor”, og er skrivað av Muhammed Fasil, ph.d. studenti á DTU, Boga Bech Jensen og øðrum.

Greinin kann takast niður her:

Samandráttur kann lesast her:
http://dx.doi.org/10.4271/2014-01-2900