Skriva út
Bogi við at vinna "Best Paper Award" á altjóða vísindaráðstevnu
Praktiskir hættir at meta um feilir í vindmyllugeneratorum er evni í vísindaligu greinini, sum Bogi Bech Jensen, adjungeraður professari á Náttúruvísindadeildini, saman við øðrum hevur skrivað og lagt fram á vísindaráðstevnu í Portugal.
Talan er um ráðstevnuna 10th IEEE International Symposium on Diagnostics for Electric Machines, Power Electronics and Drives í Guarda, Portugal. Greinin var so væl móttikin, at hon fekk heiðurin sum besta vísindaliga grein á ráðstevnuni “Best Paper Award”.
Greinin leggur fram møguleikan at nýta vibratións- og temperaturmátingar til at finna álvarsamar leiðifeilir, áðrenn teir koma so langt, at generatorurin kann taka skaða av teimum. Greinin hevur heitið “Detection of generator bearing inner race creep by means of vibration and temperature analysis”, og er skrivað av Georgios A. Skrimpas, vinnu ph.d. studenti á DTU og Brüel & Kjær Vibro, Boga Bech Jensen og øðrum.
Greinin kann lesast her
Virðislønin sæst her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...