Bók til minnis um Kára á Rógvi, professara
Í Mariehamn í Álandi er forvitnislig bók komin út um sjálvstýrisrørslur í Norðurlondum.
Í Mariehamn í Álandi er forvitnislig bók komin út um sjálvstýrisrørslur í Norðurlondum. Bókin er vígd minninum um Kára á Rógvi, doktara og professara á Fróðskaparsetrinum, sum doyði fyri knøppum ári síðani. Bókin eitur Självstyrelser i Norden i ett fredsperspektiv – Färöarna, Grönland og Åland, og Kári hevur skrivað grein við heitinum “Revideringar av självstyrelselagstiftningen för Färöarna”.
Tvær greinir eru í bókini um føroysk viðurskifti. Hina hevur Lise Lyck, CBS, skrivað um “Færøernes konstitutionelle status efter Anden Verdenskrig med hovedfokus på de økonomiske begivenheder i de senere år”.
Ritstjórar eru Sia Spiliopoulou Åkermark, doktari og stjóri á álendska friðarstovninum, og Gunilla Herolf, doktari og granskari á altjóða svenska friðargranskingarstovninum í Stockholm, SIPRI.
Norðurlandaráðið og Álendski friðarstovnurin hava givið bókina út í 2015.
Bókin kann lesast her.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...