Bók um fótbólt: Frá vísindum til praksis
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, er partur av nýggjari bók um toppfótbólt, sum kemur út í næstum
Bókin Strength and Conditioning for Football - From Science to Practice kemur út í mars á stóra forlagnum Routledge.
Bókin, sum er um 350 síður, er skrivað av fólki, sum granska í toppfótbólti, og kropsligum venjarum úr mongum londum, og hon viðger nærum øll øki av kropsligari venjing og fyrireiking í toppfótbólti.
Magni Mohr, professari, er millum mest endurgivnu fótbóltsgranskararnar í vísindaligum bókmentum, umframt at hann hevur arbeitt fyri fremstu fótbóltslið í m.a. Lega Serie A í Italia, Premier League í Onglandi, LaLiga í Spania og fleiri landslið, og hann hevur skrivað tveir høvuðspartar í bókini.
Talan er um fyrsta partin, har kropslig krøv í nýmótans toppfótbólti verða viðgjørd (Physical and Physiological Demands of Football). Magni hevur skrivað henda partin saman við m.a. teimum, sum hava ábyrgd av kropsliga partinum í italska og portugisiska fotbóltssambandinum. Magni Mohr hevur eisini skrivað partin um skipan av kropsligari venjing (Periodization: Planning Fitness Training in Football) saman við italskum, pólskum og donskum granskarum og kropsligum venjarum.
- Hetta er ein bók, sum tekur støði í nýggjari gransking, men eisini ein útgáva, har vit royna at umseta vísindini til praktiska venjing og fyrireiking. Tí eru tað vit, sum hava granskað mest í hesum, sum eru biðin um at skriva bókina, men eins týdningarmikið er tað, at tey, sum eru við, hava hollar praktiskar royndir frá toppfótbólti og tískil eisini kenna praktiska veruleikan, sigur Magni Mohr, professari.
Bókin fer helst at verða nógv brúkt, tí hon fevnir um so at siga øll øki í kropsligari venjing og fyrireiking í úrvalsfótbólti.
- Í dag er toppfótbóltur ein kapping um vitan, sum støðugt broytist. Tað, sum var rætt í gjár, er minni rætt í dag, og tí arbeiða tey fremstu vitanargrundað og saman við granskarum. Hetta hevur verið á veg í áratíggju og longu, tá ið eg var í Chelsea fyri mongum árum síðani, hevði liðið eina stóra ítróttargranskingardeild, so øll tey fremstu liðini arbeiða granskingargrundað nú. Brúk av tøkni er eisini vorðin ein stórur partur av gerandisdegnum í úrvalsfótbólti, og tá er neyðugt at hava fólk, sum skilja, hvussu dátur kunnu brúkast og, sum kanska er meira týdningarmikið, hvussu dátur ikki kunnu brúkast, sigur Magni Mohr, sum hevur skrivað fleiri enn 200 vísindaligar greinir um fótbólt og venjingarfysiologi, umframt fleiri bøkur og bókakapitlar.
Strength and Conditioning for Football - From Science to Practice kemur, sum nevnt, út fyrst í mars mánaði, men kann bíleggjast fyrst í februar her.
Sí akademiska vangan hjá Magna Mohr her.
- 21.01.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinMannarættindi og heimsspekiligar avmarkingarViðmerking: Mannarættindi og heimsspekiligar avbjóðingar....
- 21.01.2025 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiStór verkætlan um barnakrabbamein í FøroyumNýggj verkætlan um barnakrabbamein í Føroyum hevur til en...
- 20.01.2025 Setrið NáttúruvísindadeildinGenomgreining av føroyskum lívverumGranskarar frá Fróðskaparsetri Føroya og Havstovuni hava&...