Bókadagur
Bókadagur verður komandi sunnudag 25. november. Rithøvundafelag Føroya skipar fyri degnum í samstarvi við Norðurlandahúsið.
Bókadagurin er ætlaður til at varpa ljós á føroyskar bøkur. Tað verður gjørt við at upplýsa um, greiða frá og bera fram í upplestri, sangi og leiki og myndum. Víst verður á, hvat til er av føroyskum bókum - serliga verður dentur lagdur á nýggjar bøkur - og eggjað verður til at lesa, læna og keypa og geva føroyskar bøkur.
Bókadagurin gongur aftur til tíðina eftir seinna heimsbardaga og varð fyrstu ferð hildin 5. oktober 1946. Í mong ár varð hann hildin fyrsta leygardag í oktober. Sverri Fon landsbókavørður skrivaði í 1946:
“Í ár eru 200 ár síðan J. C. Svabo, orðabókamaðurin og kvæðasavnarin, fyrsta føroyska andliga stórmenni í nýggjari tíð, var borin í heim, og hundrað ár eru liðin síðan V. U. Hammershaimb legði skriftmál okkara í fasta legu, tað, sum hevur verið grundarlagið undir føroyskari menning tey seinastu mannaminnini. Í hesum merkisári er Bókadagurin stovnaður, og er hann ein álvarsom roynd at fáa fólk at keypa og lesa føroyskar bøkur, so at uppaftur meiri gróður kann koma í skaldskap, upplýsing og annað bókmentaligt lív her í Føroyum.”
Undan Bókadegnum var bókalisti sendur í hvørt hús í landinum yvir allar føroyskar bøkur, sum fingust. Endamálið var at selja bøkurnar, so at tær kundu verða uppafturprentaðar og nýggjar bøkur kundu koma út.
Bókadagsskráin sæst her.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...