Jógvan í Lon (3).jpg
02.06.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Bókaframløga á Paname

Hósdagin 3. juni klokkan 17 verður bókin hjá Jógvani í Lon Jacobsen, professara, um purismu í føroyskum løgd fram á kaffistovuni, Paname, í Gamla bókhandli

Bókin, sum Fróðskapur gav út hefyri, eitur "Føroysk orð ella orð í føroyskum?".

Í morgin, hósdagin 3. juni klokkan 17, verður bókin løgd fram á Paname, og Annika Sølvará, sum er nevdarlimur og stjóri í Fróðskapi, fer at hava samrøðu við høvundan.

Í bókini viðger Jógvan í Lon Jacobsen málsliga purismu søguliga og samtíðarliga, og borðreitt verður við áhugaverdum úrslitum.

Jógvan í Lon Jacobsen er professari í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya og arbeiðir á Føroyamálsdeildini. Hann er mag.art. í norrønari filologi frá universitetinum í Keypmannahavn og dr. philos. frá universitetinum í Bergen við ritgerðini , "Álvaratos who cares - ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum".

Hann var ritstjóri á Føroyskari orðabók (1998) og ein av høvundunum í "Faroese - An Overview and Reference Grammar" (2004). Hann hevur skrivað bøkurnar, "Málmaðurin í útvarpinum 1-3" (2010-2013), umframt greinar í bøkur og tíðarrit.

Á Setrinum undirvísir Jógvan í Lon Jacobsen í málsøgu, samfelagsmálvísindum, orðabókafrøði, dialektologi og purismu.

Tiltakið á Paname er ókeypis og alment.