Bókaframløga Bumbuatsóknin (624 × 350px).png
08.09.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Bókaframløga: Bumbuatsóknin móti løgtinginum

Sunnudagin 18. september gevur Fróðskapur út bókina "Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945" eftir Hans Andrias Sølvará, professara i søgu.

Í hesum sambandi verður bókaframløga í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn kl. 16.

Hans Andrias fer at fortelja um arbeiðið við bókini og onkur brot verða lisin upp.

Høvi verður at keypa bókina fyri serprís.

Stutt um bókina

Ein lítlan tíma eftir midnátt 18. september 1945 brast ein bumba við løgtingshúsið. Klædningurin fór illa og nógvir rútar á vestursíðuni brotnaðu. Eisini í grannalagnum brotnaðu nógvir rútar.

Eingin var inni í løgtinginum, tá bumban brast uttanfyri, og eingin fekk nakran skaða av spreingingini, heldur ikki uttanfyri. Nøkur fólk høvdu kortini verið inni í løgtinginum ein tíma, áðrenn bumban brast.

Hóast drúgvar rannsóknir eydnaðist tað ikki løgregluni at loysa málið, eingin varð skuldsett/ur ella dømd/ur, men seinni hevur verið ført fram, at ætlanin hevði verið at raka ávís fólk inni í løgtinginum.

Hans Andrias Sølvará hevur kannað tað forkunnuga tilfarið hjá løgregluni um málið og skrivað eina bók um bumbuatsóknina, sum ofta hevur verið nevnd, men eingin fyrr hevur kannað.

Bumban sprongdist í eini politiskt turbulentari tíð í føroyskari søgu beint eftir seinna heimsbardaga, tá stríðið millum tey, sum ynsktu, at Føroyar framhaldandi skuldu vera saman við Danmark, og tey, sum hildu, at Føroyar nú vóru klárar til at loysa frá Danmark, gjørdist javnari og harðari. 

Perma: Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945