Bókaútgáva International Fisheries Law Routhledge
12.09.2024
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Bókaútgáva frá Routledge við føroyskum buli

Forlagið Routledge hevur givið stóra bók út við heitinum “International Fisheries Law – Emerging and Persistent Challenges”, sum lutvíst er grundað á altjóða ráðstevnu á Fróðskaparsetri Føroya

Bókin er rættiliga stór í vavi og fevnir um 23 kapitlar, sum eru skrivaðir av 23 ymiskum rithøvundum. Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, Tomas Heidar, forseti í Altjóða Havrættardómstólinum, og Constantinos Yiallourides, professari á Macquarie University í Sydney, hava ritstjórnað.

Evnini í bókini snúgva seg um havrættarlig viðurskifti, ið hava við fiskirættindi at gera, t.e. rættindi til at troyta og umsita livandi í havøkjum hjá strandalondum og í altjóða sjógvi. Kendar, men óloystar avbjóðingar verða greinaðar, og nýggjar avbjóðingar, ið eitt nú standast av veðurlagsbroytingum, verða eisini viðgjørdar.

Robin Churchill, sum er professari emeritus í altjóða lóg, skrivar m.a. soleiðis í fororðunum til bókina:

Effective fisheries management faces mores challenges today than ever. This book offers many suggestions as to how those challenges may be met. It will therefore be essential reading for all those with an interest in international fisheries law.

Flestu rithøvundarnir eru leiðandi serfrøðingar á sínum økjum á viðurkendum amerikanskum, japanskum, týskum og bretskum lærustovnum. Bókin er partvíst grundað á altjóða fiskirættarráðstevnuna, ið varð hildin í Kongshøll á sumri 2022, og sum varð fyriskipað av Fróðskaparsetrinum og Háskóla Íslands.

Reiðarafelagið, Norðurlandaráðið, Háskóli Íslands og Fiskivinnuroyndir veittu fíggjarligan stuðul til ráðstevnuna.

Les meira um bókina her, har hon eisini kann bíleggjast.