18.11.2008
Skriva út

Bókaútgáva: Frændafundur 6

Bók við 24 fyrilestrum frá føroyskari-íslendskari ráðstevnu í Tórshavn 2007. Greinarnar eru helvt um helvt á føroyskum og íslendskum. Millum evnini eru t.d. samkynd, útlendingar, handarbeiði, myndlist, mál o.a.m. Bókin er 304 blaðsíður og kostar 290 kr.


Sum úrslit av at sætti Frændafundur, tann triði í Havn, varð hildin seinasta summar, kemur nú út bók við fyrilestrunum, ið hildnir vórðu á ráðstevnuni. Ráðstevnan varð hildin sum partur av granskingarsamstarvi millum Fróðskaparsetrið og Hugvísindadeild Háskóla Íslands.

Frændafundur er tvímálsligur: Fyrilestrarnir vóru hildnir á íslendskum ella føroyskum, og sama býti er galdandi fyri prentaðu útgávuna, sum eisini hevur stuttar enskar samandráttir.
Ráðstevnan er tvørfaklig, og á sætta fundinum vóru evnini: mál, støðan hjá samkyndum, støðan hjá útlendingum, barnabókmentir, kommunusamanlegging, myndlist tey seinastu tíggju árini, tónleikur og binding og sniðgáva.

Millum hesa nøgdina av evnum skulu her umrøðast tvey, sum ikki áður hava verið viðgjørd á Frændafundi.

Samkynd
Forvitnisligt er tað, at her er samkynd fyrstu ferð viðgjørd í føroyskari bók. Greinirnar um samkynd eru tvær.

Dr.med. Bogi D. Davidsen, yvirlækni, skrivar undir yvirskriftini “Samkynd mett søguliga, samtíðarliga og ynski fyri framtíðina” um støðuna hjá samkyndum í Føroyum, Norðurlondum og alment, søguliga og í dag; um hvussu hon er merkt av gomlum fordómum og vantandi upplýsing og hvussu tað hevur lemjandi ávirkan á lívið hjá nógvum einstaklingum og teirra avvarðandi; Bogi tekur skelkandi dømi frá seinna heimsbardaga, tá ið samkyndir menn við ljósareyðum tríkanti sum frámerki vórðu píndir og týndir; hann tekur talandi dømi úr okkara tíð í Føroyum og aðrastaðni. Men hann vísir eisini á framstig, ið eru hend, og hvat eftir er at gera. Hent heimildaskrá fylgir greinini.

Umboðandi íslendska partin skrivar K. Hulda Guðmundsdóttir, MA í gudfrøði, um samkynd og mentan. Hon tekur støði í Bíbliuni og minnir á, at tá ið vit lesa fornan tekst, mugu vit altíð tulka við størsta varsemi. Hon heldur, at vit eiga altíð at lesa bíbliutekst í sum størstan mun út frá teimum áskoðanum og virðum, ið ráddu í samfelagnum, sum framleiddi tekstin. Viðvíkjandi samkynd og Skriftini heldur hon tað tí vera neyðugt at kanna røturnar hjá kristnari mentan í staðin fyri bara at hyggja at orðunum í Skriftini sum tey standa í týðingunum, vit eru meinkunnug við frá barnsbeini.

Málfrøði er eins og áður væl umboðað, nú við einari føroyskari framløgu og fleiri íslendskum, og ein av teimum leggur seg aftrat evninum samkynd: Þóra Björk Hjartardóttir MA viðger íslendsk heiti á samkyndum og hvussu ymisk sjónarmið hava verið á tí økinum.

Misprent
Tíverri er eftirnavn Boga D. Davidsen skeivt uppi yvir grein hansara (bls. 109);  men á bls. 5, 10 og 303 er navnið rætt; í yvirlitinum yvir fyrilesarar á bls. 10 er tann villa, at Bogi stendur at vera ph.d., lækni; tað rætta er: dr.med., yvirlækni. Á bls. 298 stendur einastaðni “leirum”, tað eigur at vera Leirum.

Handarbeiði og snið
Forkunnig eru íkøstini hjá føroyskum serfrøðingum um ullarvirking, samfelagsliga, búskaparliga og listfrøðiliga. Høvundar eru tær Osva Olsen fil. mag,: “Binding og kvinnuleiklutir í 20. aldar Føroyum”; Áslaug Sverrisson MA: “Af áhrifum fjölþjóðlegra hugmyndastrauma á íslenskt handverk á tímabilinu 1880-1920”; Nicolina Jensen Beder, handarbeiðslærarinna: “Uppruni og líkleikar – handfaring av ull í Føroyum og Íslandi”;  Ása Hátún ullarsniðgevi: “Nýggjar leiðir í føroyskari ullartilvirking”; Katrina í Geil sniðgevi: “Sniðgeving innan handbinding fyrr, nú og frameftir”; Annika Skaalum, BA: “Bindikklubbaslóðir.”

Í ein mun eru fyrilestrarnir paraðir, soleiðis at sama evni verður sæð úr ávikavist føroyskum og íslendskum sjónarhorni. Sum dømi kunnu nevnast íslendski fyrilesturin, “Er íslensk málstefna að verða úrelt?” og samsvarandi føroyski “Málspurningar í Føroyum á reki millum tvær lógargreinir”, sum báðir hava málrøkt í heimlandinum sum evni.

Ritstjórn og nevndir
Aftast í bókini er hent yvirlit yvir allar prentaðar fyrilestrar frá Frændafundum 1 - 6. Í yvirlitinum eru fyrilestrarnir býttir í 4 bólkar eftir evnunum: Mál, list, búskapur og vinnulív, havfrøði og fiskifrøði.

Ritstjórar á bókini hava verið Turið Sigurðardóttir, formaður í Íslandsnevndini á Fróðskaparsetri Føroya og Magnús Snædal, limur í Føroyanevndini á Hugvísindadeildini á Háskóla Íslands.

Íslandsnevndina á Fróðskaparsetrinum manna: Turið Sigurðardóttir, formaður, Anfinnur Johansen, Jóhan Hendrik W. Poulsen, Lena Reinert og Malan Marnersdóttir.

Føroyanevndina við Háskóla Íslands manna: Ingi Sigurðsson, formaður, Höskuldur Þráinsson Magnús Snædal, María Garðarsdóttir og Pétur Knútsson.

Bókin er nr. 49 í røðini Supplementum annales societatis scientiarum Færoensis.