Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismetandi orðmyndan?
Fróðskapur hevur givið út bókina Hevur føroyskt virðismetandi orðmyndan? Ein kanning av føroysku hjáorðaeftirfestunum -ni, -na og -sta eftir Sonju Winthereig. Hon hevur eisini gjørt permumyndina.
Bókin sum er nr. 13 í røðini Setursrit, er 85 blaðsíður, og hon kostar 180 krónur í bókabúðunum.
Sonja Winthereig er útbúgvin MA í føroyskum og russiskum máli og bókmentum. Talan er um høvuðsritgerð hennara, ið varð mett at vera eitt kærkomið íkast til eitt lítið granskað øki í norðurlendskari málgransking.
Sonja sigur soleiðis um bókina:
"Í føroyskum kunnu vit siga bæði ofta og oftani, soleiðis og soleiðisna, bara og barasta. Men nær brúka vit hvat? Og er nakar merkingarligur munur á slíkum orðapørum?
Í hesi bókini verða tílík orð umrødd og kannað. Spurt verður, um orðini við -ni, -na og -sta-endingum eru dømi um virðismetandi orðmyndan, har talarin styrkir um sína útsøgn; eitt nú um oftani er oftari enn ofta og hjartaligani hjartaligari enn hjartaliga.
Íblásturin til evnið fekk eg frá Hjalmari P. Petersen, professara í málvísindum. Hann gjørdi meg varuga við, at vit í føroyskum hava nøkur eftirfesti, ið møguliga kunnu flokkast sum evaluativ. Frammanundan kendi eg til evaluativ eftirfesti í teimum slavisku málunum og hevði arbeitt við evninum í sambandi við mína útbúgving í russiskum, men eg hevði aldrin hoyrt um hetta slagið av morfologi í føroyskum áður. Tí helt eg tað vera áhugavert at fara undir eina nágreiniliga kanning av hesum fyribrigdi. Samstundis kundi ein tílík kanning vera gagnlig fyri føroyska málgransking, við tað at hetta er eitt øki, sum ikki hevur verið granskað í áður, men sum kann staðfesta eitt øðrvísi slag av orðmyndan í føroyskum – ein øðrvísi máta at økja um okkara orðastovn uppá.
Fleiri hundrað fólk vóru við í kanningini, sum er gjørd á miðnámsskúlunum kring landið."
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...