Bókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíð
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur útgivið bókina “Kommunur í eini broytingartíð”
Kommunurnar eru í broyting. Í dag eru stórar avbjóðingar fyri framman, bæði viðvíkjandi krøvum til kommunur, skipan av kommunum og kommunalum fólkaræði. Undirheitið á nýggju bókini hjá Sámali Matras Kristiansen er samfelagsbroyting, samanlegging, býarskipan og valskipan. Eisini er bókin skipað í hesar somu fýra partar.
Samferðslubroytingarnar hava samansjóðað meginpartin av føroyska samfelagnum til eina eind, soleiðis at kommunumørkini nú eru vorðin avmarkandi, heldur enn ein hóskandi karmur um lokalsamfelagið. Av hesi orsøk hava samanleggingar og samstørv verið á dagsskránni seinastu áratíggjuni, samstundis sum nógv fleiri uppgávur eru lagdar út til kommunurnar, ið tó hava sera ymiskar fólkatalsligar, fíggjarligar, fyrisitingarligar og fólkaræðisligar fortreytir. Høvundurin skrivar, at kommunurnar í dag eru ein hin fremsta keldan til órættvísi og ójavna í føroyska samfelagnum.
Bókin viðger ikki øll kommunal málsøki, men leggur dent á býarskipan, ið er sergreinin hjá rithøvundanum. Hetta verður viðgjørt bæði yvirskipað og við dømum úr serliga Tórshavnar, Tvøroyrar og Fuglafjarðar kommunum. Síðsti parturin snýr seg um sjálvt fólkaræðið í føroysku kommununum.
Bókin er givin út á Sprotanum. Lesið meira her.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...