Bókaútgáva: Nøvn í strandamentanini
24.08.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Bókaútgáva: Nøvn í strandamentanini

Nú er útkomin bók við fyrilestrum innan navnafrøði, sum vórðu hildnir á ráðstevnu í Havn í 2011.


Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur í samstarvi við NORNA (norðurlendska samstarvsnevnd um navnagransking) givið út bók við fyrilestrum, sum vórðu hildnir á ráðstevnu í Havn í 2011. Evnið á ráðstevnuni var “nøvn í standamentanini”, fyrilesararnir vóru navnagranskarar úr øllum Norðurlondum, og í fyrilestrunum umrøddu teir staðarnøvn, fólkanøvn og skipanøvn og settu nøvnini inn í mentanarsøguligt høpi. Eisini verður komið inn á støðuna hjá staðarnavnagranskingini í okkara talgildu tíðum. Fyrilestrarnir eru á donskum, norskum og svenskum og hava samandráttir á enskum ella týskum.

Ritstjórnað hava: Tina K. Jakobsen, Kristin Magnussen, Anfinnur Johansen og Eivind Weyhe.

Bókin, sum er 380 bls., fæst í bókabúðunum og kostar 200 kr.

Nøvn í strandamentanini / Navne i kystkulturen. Forelæsninger fra det 41. NORNA-symposium i Tórshavn 2.-4. juni 2011. NORNA-rapporter 89. NORNA-förlaget 2013, Uppsala.