Vatnanøvn í Føroyum Perma.PNG
Vatnið á Hálsi, oman fyri Gjóardal, Skarði, Kunoy (Foto: Pól Sundskarð)
26.11.2021
Setrið Føroyamálsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Bókaútgáva: Vatnanøvn í Føroyum

Fróðskapur hevur givið út bókina Vatnanøvn í Føroyum eftir Eivind Weyhe.

Størri og smærri vøtn og tjarnir eru at síggja í hópatali um alt landið, í dølum og botnum, við strendur og uppi við fjøll. Verri enn so alt er komið við á kort, helst tí tað er hildið vera ov smátt.

Í bókini er miðað eftir at geva eitt so fullfíggjað yvirlit sum til ber yvir navnnevnd vøtn í øllum landinum. Í einum fakligum inngangi verður navnasiðurin og bygnaðurin í nøvnunum lýstur. Sjálvur bulurin í verkinum er ein gjøgnumgongd av øllum nøvnunum, sagt verður frá, hvar vøtnini og tjarnirnar eru, hvussu tey liggja í lendinum, eitt nú í mun til onnur støð, og navnaformur og navnatýdningur verður lýstur.

Leisturin í bókini er tann sami sum í bókini Fjallanøvn í Føroyum, sum kom út í 2020.

Bókin vendir sær bæði til staðarnavnagranskarar og til fólk við áhuga fyri føroyskum staðarnøvnum, føroyskum máli og føroyskari náttúru.

Eivind Weyhe er mag.art. í norrønari filologi og lektari emeritus á Fróðskaparsetri Føroya. Eivind granskar føroyskt mál og mentan, serliga staðarnøvn, mállæru, málføri og kvæði.

Hann hevur skrivað bøkur og eina ørgrynnu av greinum til tíðarrit og bløð. Ein stórur partur av greinunum eru savnaðar í bókini Eivindaródn, sum Fróðskapur gav út í 2012. Sama árið fekk hann Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.

Bókin er 201 blaðsíðu, við fleiri myndum. Permumyndina hevur Pól Sundskarð tikið. Bókin kostar 250 krónur í bókabúðunum.