Bókaútgáva: Verjurøða ummælarans
Fróðskapur hevur givið út bókina Verjurøða ummælarans eftir Paulu Gaard, sum er ph.d.-ritgerð um føroysk bókmentaummæli í tíðarskeiðinum 1997-2007
Verjurøða ummælarans viðger ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, sum eru skrivað í føroysk bløð og tíðarrit. Heitið vísir til ta verjustøðu, sum ummælarin ofta er í, tí hann av rithøvundum verður hildin at misskilja ella mistulka skaldskap. Samstundis skal ummælarin standa til svars fyri dómar, hann fellir um skaldskap í sínari egnu samtíð, av rithøvundum, hann kann rokna við at møta aftur í ymiskum samanhangum í sínum privata gerandisdegi.
Harumframt hava nógvar røddir verið frammi seinnu árini um, at ummælini eru í einari trongari støðu vegna broytta miðlastøðu og broyttar valdskipanir í samfelagnum. Heitið vísir eisini til sjálva ritgerðina sum eina verjurøðu fyri ummælarans virksemi. Farið verður nevniliga til verka út frá teirri grundleggjandi fatan, at ummælið er týdningarmikið tekstslag, og at ummælarin hevur stórt vald í bókmentastovninum, tí hann er við til at seta dagsskránna, tá tað kemur til at virðismeta bókmentir.
Paula Gaard var ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya árini 2016-2019, og ritgerðin varð vard á vári 2021. Hon bleiv herfyri sett í starv sum adjunktur á Føroyamálsdeildini.
Janusfigururin á permuni er úr málningi hjá Bárði Dal Christiansen. Eyðun Müller Thomsen hevur gjørt permuna og Føroyaprent hevur sett upp og prentað bókina.
Bókin er 483 síður og kostar 350 kr.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...