Bókaverk um føroysk sethús á veg
Jóan Pauli Joensen, adjungeraður professari á Søgu- og samfelagsdeildini, gevur út nýtt bókaverk um hús til várs
Verkið verður í tveimum bindum við heitinum ”Í stovuni sofu í køki komfýr”. Bústaðarviðurskifti og sethús til umleið 1960. Ein etnologisk lýsing".
Til umleið 1960 var sethúsabyggingin í Føroyum í høvuðsheitum fólkslig, men so broyttist byggisiðurin, eins og so nógv annað, og tá komu sniðhús og hús, sum arkitektar teknaðu.
Hóast denturin er lagdur á tíðina fram til 1960, so verða sethús og bústaðir eisini lýst í stuttum upp til í dag.
Bókaverkið ”Í stovuni sofu í køki komfýr” byggir á tilfar, sum høvundurin hevur savnað, síðani hann hann fór at virka sum fólkalívsfrøðingur fyrst í 1970-árunum.
Hesa ferð verður tað Sprotin, sum stendur fyri útgávuni.
Hesi seinastu 150 árini eru bústaðarviðurskiftini hjá føroyingum nógv broytt. Fyrra myndin er av sethúsum í 21. øld, og her er ein mynd av sethúsum, sum tey sóu út seinast í 19. øld
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...