13.10.2010
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Bókin um føroysk-danskt málamót útkomin

Bókin um føroysk-danskt málamót, "The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact" eftir Hjalmar P. Petersen, doktara í málfrøði, er nú komin út.



Tað er hitt týska universitetsforlagið Winter í Heidelberg, sum gevur bókina út í teirri umvirdu røðini Germanistische Bibliothek, og bókin er nummar 37 í hesi røð. Bókin er, við ískoyti, 315 blaðsíður, og hon kostar 55 evrur. Hon verður at fáa til keyps m.a. á www.amazon.de, og fæst frá frá forlagnum: www.winter-verlag.de.


Í bókini vísir høvundurin, hvat og hvussu verður lænt inn í føroyskt úr donskum, t.e. at orðatilfeingi og setningsskipan, umframt diskurs- og modalbitlar, verða lænt, samstundis sum lítil ávirkan er á ljóð- og bendingarskipanina. Tá ið føroyingar tosa danskt – ella Faro-Danish, sum tað verður kallað í bókini – verður tað yvirhøvur gjørt við tillagaðum framburði; høvundurin hevur mátað formantstrukturin av sjálvjóðunum, serliga -e, -ø og -o. Umframt hetta sæst nakað av føroyskum bendingum í føroyskum-donskum, meðan orðalánini eru fá. Syntaktisk lán eru eisini í føroyskum-donskum og tá sum athall (convergence), t.d. sigur ein, 'at jeg har prøvet at arbejdet' sum byggir á føroyskt 'at arbeitt'.


Ein høvuðsniðurstøða er, at málamótstøðan hevur givið føroyskum ymiskt málsligt góðs. Víst verður eisini, at føroyskt-danskt er ein variantur fyri seg og skal ikki ókritiskt metast saman við standarddanskt.


Bókin byggir á empirisk data, sum høvundurin sjálvur hevur savnað, og onnur, sum eru knýtt at K8-verkætlanini um føroyskt-danskt málsamband og tvímæli á Sonderforschungsbereich Mehrsprachigkeit 538, Hamburg. Meira fæst at vita um verkætlanina undir hesum leinkinum: www.uni-hamburg.de/sfb538/projektk8.html. Høvundurin skal her nýta høvið til at takka øllum heimildarfólkunum, sum vóru fús at tosa við okkum – og so skal sigast, at eingin er nevndur við navni í bókini, t.e. øll eru anonymiserað, t.d. WO1T = Woman Old 1 Tórshavn, tá ið ella um víst verður til dømir frá databasuni.


Hjalmar P. Petersen hevur frá oktober 2005 verið knýttur at tí internationala granskingardeplinum SFB Mehrsprachigkeit í Hamburg. Starvið er tíðaravmarkað, sum øll onnur størv á sama depli. Bókin er úrslit av teirri gransking, sum fyri fyrstu ferð er gjørd av føroyskum-donskum málsambandi, og hevur sjálvt arbeiðið at skriva bókina tikið tvey ár, hóast arbeiðið við data hevur tikið fimm ár, t.e. innsavning, bólking og greiningar, m.a. fonetiskar og syntaktiskar greiningar. Talan er um arbeiði við einari stórari databasu, sum er tann fyrsta av sínum slag. Tað er Týska Granskingarráðið, sum stuðlar hesari verkætlanini, umframt fleiri øðrum verkætlanum, sum arbeiða við málsambandi og tvímæli, t.d. katalanskt-spanskt o.o.


Høvundurin takkar Vága Kommunu, Mentanargrunni Landsins og Fjølriti fyri at hava stuðlað útgávuni.