Heini í Skorini (2).jpg
Brynhild Thomsen
26.02.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Bókin um talufrælsi leggjast fram á Kings College

Í dag leggur Heini í Skorini, ph.d. á Søgu- og samfelagsdeildini bók sína um talufrælsi fram á King´s College í London

Seinnapartin fer Heini í Skorini, adjunktur á Fróðskaparsetrinum at leggja sína stóru bók um talufrælsi og religión fram á Strand Campus á King´s College í London.

Bókin viðger, hvar mørkini ganga fyri talufrælsinum, nær frí tala verður til haturstalu, um religiøsir minnilutar skulu verjast ímóti kritikki, satiru og niðrandi útsagnum og - ikki minst - politiska stríðið um, hvat altjóða lóggáva eigur at siga um hesar spurningar.

Einki land í heiminum loyvir treytaleysum talufrælsi, men heimsins lond eru grundleggjandi ósamd um, hvørjar leiðreglur skulu vera galdandi í altjóða lóg. Og aftur og aftur eru samanbrestir og politiskar kreppur millum lond og bólkar um talufrælsið øðrumegin og átrúnaðarligar kenslur ella atlit hinumegin.

Bókin hjá Heina í Skorini vísir, hvussu klassisk mannarættindahugtøk verða brúkt og misbrúkt av politiskum aktørum, og hvussu tað politiska stríðið um at orða og tulka altjóða lóg fer fram í praksis.

Bókin, sum verður løgd fram á King´s College í London seinnapartin í dag klokkan 17,  er ein dagførd útgáva av ph.d.- ritgerðini hjá Heina í Skorini.

Lesið meira um tiltakið her.