Annika Sølvará
02.10.2007
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Bókmentaljós. Heiðursrit til Turið Sigurðardóttir

Malan Marnersdóttir, Leyvoy Joensen, Dagný Kristjánsdóttir og Anfinnur Johansen, ritstjórar. Tórshavn 2006, 411 síður. Kr. 340.00 - ISBN: 99918-65-01-2.


Forlagið Fróðskapur gevur út bókina Bókmentaljós. Heiðursrit til Turið Sigurðardóttir á 60 ára føðingardegnum. Bókmentaljós er greinasavn við yrkingum og greinum um bókmentir, mál og mentan. Skrivað hava yrkjarar og bókmentafrøðingar úr øllum Europa og USA, tískil eru summar greinir á enskum, ein er á týskum, nakrar á íslendskum, donsk­um, norskum og svenskum, men flestar eru á føroyskum. Kvinnurørsla og samkynd

Bókin leggur fyri við greinum um grein eftir Leyvoy Joensen um Kvinnufylkingina, sum Turið var við til at stovna. Þorvaldur Kristinsson hevur skrivað sera áhugaverda grein um tey samkyndu í Íslandi, hvussu støða teirra er batna.

Bókmentagreinir

Annar partur viðger evropeiskar bókmentir í nútíð og fortíð. Har eru greinir um sangirnar hjá Frændur, Paul Celan, um tónleik í verkum hjá Williami Heinesen og um líkt og ólíkt í yrkingunum hjá Regini Dahl og Olav H. Hauge. Harumframt er ein grein um grønlendskar bókmentir, um sambandið millum søg og skaldskap og um kvæðið “Orrustan við Heiðabý”, sum byggir á “Slaget ved Hedeby” eftir Carl Ploug, og sum siterar føroysk kvæðaniðurlag.

Ferðing

Triði partur er um ferðing og ferðasøgur. Firouz Gaïni skrivar um modernaðar ferðasøgur og Jonna Louis-Jensen um eina vitjan í Føroyum í 1872. Elin Súsanna Jacobsen viðgerð hvussu roynt hevur verið at selja Føroyar sum ferðaland.

Yrkingar

Fjórði partur í bókini umfatar seks yrkingar “Sápuverð” eftir Sigri Gaïni, “MIRAGE versus Wordsworth” eftir Carl Jóhan Jensen, “Die Stadt an der Donau” eftir Hanus Kamban, “Føðingardagskvøða” eftir Jóanes Nielsen, “Trappurnar” eftir Tórodd Poulsen og “Fláirnar” eftir Odd­fríð Marna Rasmussen.

Pippi og mál

Í fimta parti eru greinir um skriviførleikan hjá føroyskum skúlaungdómi og hjá Pippi Langsokki bæði á svenskum og føroyskum. Har er greinir um lívsstíl og málburð, um íslendskt mál, føroysk eftirnøvn og nøvn í verkum hjá Halldóri Laxness.

Heiðursrit

Til tess at heiðra sermerkt fólk er tað mangastaðni siður at starvsfelagar skipa fyri bókum sum hesari. Bókmentaljós er heilsa til Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðing og lektara á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum í sambandi við, at hon fyllir 60.

Umframt allar greinirnar og yrkingarnar hevur ritstjórnin fingið tað, sum Turið sjálv hevur skrivað, skipað í eina ritskrá.

Ritstjórar eru Malan Marnersdóttir, Leyvoy Joensen, Dagný Kristjánsdóttir og Anfinnur Johansen. Bókin er givin út við stuðli úr Mentanar­grunni Landsins, Grunni R. K. Rasmussen og frá Tórshavnar Kommunu. Harumframt hava 130 einstaklingar, feløg, felagsskapir og stovnar sett seg á kvøðulistan.

Lagt til rættis hava: Malan Marnersdóttir, Dagný Kristjánsdóttir, Leyvoy Joensen og Anfinnur Johansen

411 s.

Permumynd: Amariel Norðoy

Perma og prent: Føroyaprent

Forlag: Fróðskapur – Faroe University Press, Tórshavn 2006

Søluprísur: 340 kr.