10.06.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Bókmentasøgan løgd fram

Fyrsta bind av føroysku bókmentasøguni varð lagt fram fyri stórari fjøld, 300 fólkum, í Høllini í Norðurlandahúsinum í gjár, hósdagin 9. juni.


Framløgan byrjaði við at Magnus Tausen, stjóri á Námi, bjóðaði vælkomin. “Bókmentasøga er so ómetaliga nógv annað enn søgan hjá bókunum, sum navnið annars kundi bent á,” segði Magnus. “Tað er tíðarlinjan úr forum og frameftir.Tað er søgan og stríðið fyri tungumálinum í skrift. Tað er áminningin um øll tey, sum løgdu at tí varða, vit í dag kunnu fagna. Og tað er áminningin til okkum øll, at eisini vit leggja okkara aftrat hesum alsamt vaksandi varða. Tí er Bókmentasøga 1 søgan hjá okkum øllum og ein frágreiðing og áminning til okkara, hví vit eru, sum vit eru.”

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, segði at hon altíð hevði ynskt sær eina føroyska bókmentasøgu. ”Og nú er so fyrsta bókin komin, og tað er ikki hissini bók,” segði landstýriskvinnan og staðfesti, hvussu nógv tíðin var broytt, síðani Chr. Matras í 1935 skrivaði sína bókmentasøgu. Eisini vísti hon á týdningin av at tveir stovnar sum Fróðskaparsetrið og Nám, eru gingin saman um hesa verkætlanina. ”Hetta gevur verkætlanini ein so professionellan dám, sum vit bara kunnu gleðast um”

Malan Marnersdóttir greiddi frá um tilgongdina í arbeiðinum við bókmentasøguni og samstarvinum við Nám og um hvussu bókin, ið telur 687 blaðsíður, er skipað.

Turið Sigurðardóttir hevði eisini orðið og vísti á, at søgan um bókmentir í Føroyum nú er skrivað frá elstu tíð til aldamótið 1900. “Vit hava miðað eftir at lýsa, hvat er serstakt fyri tey einstøku tíðarskeiðini, frá tí norrønu miðøldini við rúnum, elsta skriftslag vit vita um í Føroyum – ta kristnu mentanina við latínskari skrift, samevropeiskari kirkjumentan og bókamentan – tað norðurevropeiska siðaskiftið og prentmentanin – evropeiskari upplýsingar- og kollveltingarøldin og í framhaldi av henni romantikkur og tjóðskaparromantikkur, sum varpaðu nýtt ljós á norrøna mentan og heimligan fólksligan skaldskap.” segði Turið Sigurðardóttir.

Tina K. Jakobsen, lesandi á Føroyamálsdeildini, las eisini 4 ørindi eftir prestakonuni Elsubet í Todnesi, sum yrkti um sína longu sjúkralegu. Yrkingin er prentað í Færøsk Kirketidende í 1896 og sigur frá gudsótta og syndatilvitsku, men setir harumframt spurningar um jarðarlívið og hví tað er so ójavnt býtt millum menniskju á foldum.

At enda talaði Hanus Kamban, ið var fegin um tað nógva forkunnuga tilfarið, sum er tikið við í fyrsta bindið av nýggju føroysku bókmentasøguni.

Undir framløguni var tónleikur frá Musikkskúlamiðnámi at hoyra og Tórshavnar manskór sang tveir sangir undir leiðslu av Bjarna Restorff.

Eftir framløguna var okkurt leskandi at fáa, og fleiri nýttu høvi at keypa bókina og síggja søguligu bókaframsýningina í Klingruni í Norðurlandahúsinum.

Bókmentasøga 1 fæst í bókahandlinum kring landið.


Úr ummæli hjá Birgiri Kruse