Bókmentir og postkolonialisma - Norðurlendskt skeið
Í dag 11. juni byrjar skeið um postkolonialismu í norðurlendskum bókmentum við 25 luttakarum í øllum Norðurlondum.
Mánadagin hava tey um "Íslandsklokku" eftir Halldór Laxness og "Armand V" eftir Dag Solstad.
Týsdagin hava tey um "Balladen om Bøledrengen" eftir William Heinesen, "Eitur nakað land Weekend" eftir Jóanes Nielsen og "E elski Førjar" eftir Sjúrð Skaale o.o.
Mikudagin skulu tey hava um post-kolonialismu í grønlendskari mentan, serliga um filmin "Nuummioq".
Hósdagin eru íslendskar bókmentir á skránni serliga skaldsøgur hjá Gunnari Gunnarsyni.
Lærarar á skeiðnum eru Elisabeth Oxfeldt, ið starvast á universitetinum í Oslo; Kirsten Thisted, sum arbeiðir á universitetinum í Keypmannahavn og Jón Yngvi Jóhannsson, sum er á Háskóla Íslands, og Malan Marnersdóttir á Setrinum.
Umframt bókmentir og film er m.a. føroyskur dansur og gongutúrur til Kirkjubøar á skránni.
Talan er um intensivskeið fyri MA- og ph.d.-lesandi. Tað er fíggjað av Nordplus gjøgnum netverkið Nordliks, sum veitir studentunum studning og stuðul til ferðina. Føroyamálsdeildin hevur verið limur í Nordliks (NORDisk LItteratur, Kultur og Sprog) síðani 1990. Skeiðið fer fram í Ovastovu í Nóatúni og endar fríggjadagin 15. juni.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...