30.09.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Boot-camp á Østrøm

Ert tú undir hægri útbúgving og hevur áhuga í innovasjón og kapping?


So hevur tú nú møguleika fyri at luttaka í einum Innovation boot-camp, har Fróðskaparsetur Føroya er ein af fyriskiparunum.

Talan er um ein spennandi møguleika har lesandi úr Norra, Íslandi, Svøriki, Finnlandi, Danmark og Føroyum møtast í Havn í 4 dagar og hava  fokus á avbjóðingar innan marina sektorin. Kappast verður sostatt um at menna nýggj hugskot innan ali- og fiskivinnuna.

 Tiltakið verður í døgunum frá 29. oktober til 2. November við boot-camp á Østrøm.

Ferðin og uppihaldið verður goldin av fyriskipanini.

Nærri upplýsingar kunna fáast við at fara inn www.nimmp.org ella við at skriva til gesturh(at)setur.fo