Borðabátur frá Hammershaimb (1819-1909)
24.03.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Borðabátur frá Hammershaimb (1819-1909)

Henda borðabátin hevur Føroyamálsdeildin fingið frá arvingum eftir V. U. Hammershaimb próst. Vit vita ikki, nær báturin er smíðaður, bara at Hammershaimb fekk hann í gávu í Føroyum.

Tá ið báturin kom á Føroyamálsdeildina í 1990-árunum, var hann ikki í góðum standi. Men Jóhan Hendrik W. Poulsen professari heitti á Jógvan Hansen bátasmið (1930-1998) um at væla um hann. Jógvan játtaði og læt við vilja viðin vera so ljósan, at tað sást, hvat var nýtt, og hvat var upprunaligt. Jógvan gjørdi eisini árar, mastur og eyskar.

Hammershaimb varð føddur í 1819 og doyði í 1909. Hann savnaði skaldskap av manna munni í Føroyum: kvæði, sagnir, ævintýr, gátur, skjaldur og orðatøk og gav tilfarið út á prenti. Kendast er tað stóra úrvalsritið Anthologiin (1891). Hammershaimb var prestur og próstur í Føroyum, men flutti til Danmarkar í 1878. Hann vitjaði aftur til Føroya, seinastu ferð var í 1893.