Bót og biti. Matur og matarhald í Føroyum
30.04.2015
Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Bót og biti. Matur og matarhald í Føroyum

Fróðskapur hevur givið út tvey binds verkið Bót og biti. Matur og matarhald í Føroyum eftir Jóan Paula Joensen, professara á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.


Bót og biti er um matmentan í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Bókin lýsir tað, sum hevur ávirkað matmentanina og givið henni skap. Tað, sum hevur eyðkent gamla føroyska matmentan, er tað ræsta og tað turra. Tað “betra” fólkið í Føroyum var fyrst ávirkað av fremmandari matmentan, men so við og við er alt runnið saman í eina og somu matmentan. Við støði í føroyskari matmentan hevur føroyskur matstovumatur tey seinastu árini ment seg so nógv, at Føroyar eru vorðnar gastronomiskt áhugaverdar í altjóða høpi.

Bókin er ein lýsing niður í smálutir av einum mentanararvi, sum er um at hvørva orsakað av broyttum matvanum, og um hesar broytingar og rák í tíðarskeiðnum. Her eru lýsingar av matfeinginum, av goymsluháttum og matgerð, av húsi og máltíðum, av gerandis og høgtíðum. Eisini eru hugleiðingar um mat í breiðari merking. Harumframt eru einstakar uppskriftir, sum ikki hava verið at funnið á prenti áður. Tað eru nógvar myndir í bókini. At enda er ein drúgvur enskur samandráttur. Bókin verður ein týdningarmikil liður í at skjalprógva hendan partin av mentanararvi okkara og eitt gott amboð til framhaldandi gransking.

Jóan Pauli Joensen, føddur 30. apríl 1945, er mentanargranskari og søgumaður. Jóan Pauli Joensen hevur skrivað fleiri bøkur og greinir um føroyska fólkamentan, siðsøgu og søgu. Hann er doktari í søgu og siðsøgu og professari á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur eisini verið rektari Fróðskaparsetursins og hevur havt eina røð av álitisstørvum. Bókin kemur út á 70 ára føðingardegi hansara.

Bókaverkið er til samans nærum 600 blaðsíður við nógvum myndum. Tað fæst til keyps í bókabúðunum fyri 400 kr.