Bróstamjólk, innihaldandi langketaðar omega-3 fitisýrur, verjir børn móti hugsavningarloysi og ólæti
22.11.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Bróstamjólk, innihaldandi langketaðar omega-3 fitisýrur, verjir børn móti hugsavningarloysi og ólæti

Grein í altjóða granskingartíðarritinum Science í juli 2013 umtalar góða árinið, sum bróstamjólk hevur á børn við álvarsligum nervagrundaðum atferðartrupulleikum


Bróstamjólk og ólæti
Kanningar á  Tel Aviv Universitetinum í Ísrael hava víst, at tað er eitt týðuligt samband millum bróstageving og sannlíkindini fyri at fáa hugsavningarloysi og ólæti. Hetta nervagrundaða ófriðarlæti verður vanliga kallað ADHD, og er ein stytting av tí enska sjúkugreiningarheitinum: Attention Deficit Hyperactivity Disorder. Nevnda samband var greitt, hóast náttúrligir gruggutættir, ið káma kundu úrslitið, vórðu tiknir við í talviðgerðina av kanningarúrslitunum.

Børn, sum fingu pulvurmjólk, høvdu tríggjar ferðir so stór sannlíkindi fyri at fáa ADHD sum bróstabørn. Dr. Aviva Mimouni-Bloch og hennara samstarvarar  funnu fram til, at góða ávirkanin av bróstamjólkini og bróstgevingini tyktist at minka um vandan fyri, at pinku- og smábørnini í drúgvu kanningini fingu ADHD seinni í lívinum. ADHD er eitt stórt og vaksandi vandamál í Europa og USA.

Bróstamjólk er heilsugóð
Bróstamjólk, lutvíst treytað av føðini hjá mammuni, hevur ta fullkomnu samansetinginga av proteinum, fiti, vitaminum  og carbohydratum. Tað er einki, sum er betri fyri barnaheilsuna enn bróstamjólk. Bróstabørn fáa færri heilsutrupulleikar seinni í lívinum, eitt nú sukursjúku (diabetes), ovurfiti (obesity) og bróstmøði (asthma).  Umframt nevndu føðsluevni, so eru eisini livandi kyknur í bróstamjólkini. Hesar kallast leukocyttar (hvítar blóðkyknur) og hjálpa til at forða fyri smittu ellan infektión og sjúkum. Hesir leukocyttar, saman við andevnum, enzymum og hormonum gera móðurmjólkina serliga heilsugóða fyri barnið. Proteinini í bróstamjólk sodnast lættari enn proteinini í pulvurmjólk og neytamjólk. Calcium og jarn í bróstamjólk verða eisini lættari og betur upptikin í tarmunum, sammett við neytamjólk.  Proteinir í móðurmjólk umfata mysu, casein, lactoferrin, immunoglobulinir (IgA, IgM, IgG), lysozymir og bifido-faktorar. Bifido-faktorar stuðlar vøkstrinum av bakteriuni lactobacillus. Lactobacillus verjir barnið móti skaðiligum bakterium við at lækka pH í sodningarleiðini soleiðis, at hesar lívshættisligu bakteriurnar fáa tað trupult at yvirliva .

Bróstgeving góð fyri mammuna
Mamman fær eisini gagn av at geva bróst. Bróstgeving elvir til, at lívmóðurin dregur seg saman og bløðing aftan á føðing steðgar skjótari. Bróstgeving kann eisini minka um  vandan fyri at fáa bróst- og eggjastokkakrabba. Harafturat er bróstgeving ein góður háttur at styrkja kensluliga sambandið millum móður og barn.

DHA, docosahexaensýra ella 22:6ω3
Fleiri kanningar hava greidliga víst, at DHA er ein fortreyt fyri, at heili og nervalag á fostrum og børnum mennist. Hesa langketaðu fitisýruna fáa tey smáu frá mammu síni gjøgnum placenta (eftirburð) og móðurmjólkina. Aðrar kanningar av pinkubørnum, sum fingu pulvurmjólk, høvdu væl minni av DHA í reyðu blóðkyknunum, plasma-phospholipidum og heilanum í mun til bróstabørn. Munurin var hagfrøðiliga týðandi.
Lýsi inniheldur væl av DHA. Lýsi er gott fyri børn og vaksin. Tað skerjir óláta atferð, hækkar hugsanarmáttin og avmarkar  talið av óhepnum og ørum avgerðum á leiðslustigi. Við at taka lýsi og geva bróst veksur vitbýtistal fólksins, landi og tjóð at frama.