10.06.2010
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Broyting í umsóknarfreistini og lestrarbyrjan

Sjúkrarøktarfrøðiskúlin hevur í fleiri ár havt lestrarbyrjan 1/2, men í ár er lestrarbyrjanin flutt til 1/9, við innleiðsluskeiði 16/8. Umsóknarfreistin er tann sama sum á Setrinum.


Umsóknarfreistin fyri allar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya er komandi mánadag
14. juni.

Umsóknarbløð eru at finna á heimasíðuni www.setur.fo undir deildir > Sjúkrarøktarfrøðiskúlin > oyðibløð > bachelor í sjúkrarøktarfrøði.