Broytingar í 1800-talinum – Seminar á Søgu- og samfelagsdeildini
07.11.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Broytingar í 1800-talinum – Seminar á Søgu- og samfelagsdeildini

Í sambandi við tvørvísindaligu verkætlanina “Broytingar í 1800-talinum” var seminar á Søgu- og samfelagsdeildini mánakvøldið 4. nov. Á seminarinum vórðu bæði heildarætlan og fleiri ítøkilig granskingarevni løgd fram.


Broytingar í 1800-talinum er ein verkætlan, hvørs endamál er at gera eina heildarlýsing av teimum sosialu og búskaparligu kreftum, sum grundleggjandi broyttu Føroyar frá tradisjón til modernitet. Á seminarinum vóru tólv luttakarar við áhuga í søguligum viðurskiftum og gransking, umframt tey sum eru knýtt at verkætlanini.

Gestur Hovgaard legði verkætlanina fram og presenteraði tey fýra høvuðsevnini, sum hon tekur støði í. Fyrsta evni er hugmyndasøguligt, t.e. tær ávirkanir, sum koma frá upplýsingartíðini og nýggjum sosialum rørslum. Annað evni er tað sosio-politiska og snýr seg um broytingar í sosialum og politiskum skipanum og stovnum. Triðja evni viðger búskaparligar broytingar, og fjórða evni tekur støði í tí, sum onkursvegna fellur uttan fyri vanliga samfelagið, t.d. tey fátøku og á annan hátt marginaliseraðu.

Síðani vóru dømi um ítøkiliga gransking og áhugaverdar spurningar løgd fram. Rolf Guttesen vísti á gransking, har hugt verður eftir sambandinum ímillum demografi, vinnulív og samfelagsliga reproduktión. Eisini legði hann fram um sendigóðs, har kannað verður, hvørji ting vóru flutt av landinum upp gjøgnum øldina við at gera tvørskurðir fyri 10. hvørt ár.

Erling Isholm legði fram um Økonomisk Fond og samferðsluútbygging í 1840-árunum. Harumframt greiddi hann frá Grækarismessufundinum í 1849, tá ið m.a. fólkavald umboð avgjørdu at avtaka bygdaskúlan, sum var skipaður við provosorisk reglement. Spurt varð, um hesin fundur kundi brúkast sum dømi um, hvat hendir, tá demokrati verður innført, áðrenn eitt borgaraskap er íkomið.
Eftir framløgurnar varð sum heild tosað um, at tað finst ógvuliga nógv tilfar av ymsum slag frá 1800-talinum, og at størsti parturin av tí er ógranskað. Tað manglar, at farið verður niður í dýpdina við keldunum og at kanna, hvørjar broytingar fóru fram. Umframt vísindaligar greinar er tað upplagt, at verkætlanin sum frá líður eisini kann leggja eitt vísindaligt støði undir m.a. undirvísingartilfar, sum stórur tørvur er á. 

Ætlanin er at hava eitt seminar av hesum slag tvær ferðir um árið, har høvi verður at skifta orð um serstøk evni í verkætlanini. Næsta seminar verður eftir ætlan í mars 2014, har fleiri ítøkilig granskingarevni verða løgd fram. Um tú hevur spurningar ella áhuga at vera við, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til mirjamj@setur.fo.

Verkætlanin er sett í verk á Søgu- og samfelagsdeildini og er stuðlað av Granskingarráðnum.