Broytingar í nútíðarføroyskum
Hví stýrir frammanfyri (stundum) hvørjumfalli og nærhendis (stundum) hvønnfalli?
Í tíðarritinum Íslenskt mál er grein eftir Hjalmar P. Petersen, professara í málvísindum á Føroyamálsdeildini, um serliga fyrisetingar, ið hava –fyri sum seinna lið (frammanfyri, eystanfyri, aftanfyri, uttanfyri o.s.fr.).
Aftur at hesum er viðgerð av fyrisetingunum nær og nærhendis.
Greinin, sum er skrivað á donskum, eitur Semantisk og syntaktisk styrede forandringer i færøske præpositionsfraser. Í heitinum liggur, at tvær broytingar síggjast í nútíðarføroyskum, og tær eru, (1) at merkingin ger av, hvat fall navnorðið eftir fyrisetingina fær, og (2) syntaksin einsamøll ger av, hvat fallið verður.
Syntaksin arbeiðir blint
Við at nýta uppbýtið ímillum strukturelt fall og leksikalskt fall og idiosynkratiskt fall, verður víst, at strukturelt fall, t.e. hvønnfall, vinnur fram eftir serliga nærhendis. Henda fyrisetingin stýrir upprunaliga hvørjumfalli, og tað er væntandi, tí hvørjumfall hevur her staðarmerking, nærhendis flogvøllinum á sama hátt sum í bátinum, yvir borðinum o.s.fr.
Tá ið samband soleiðis er ímillum merking og fall, er talan um leksikalskt fall. Ein broyting frá leksikalskum falli til strukturelt fall, nærhendis flogvøllinum til nærhendis flogvøllin, er sostatt hin sama, sum eisini sæst eftir viss sagnorð, sum tá ið lyfta + hvørjumfall í dag stýrir hvønnfalli (lyfta steininum > lyfta steinin).
Tað merkir, at syntaksin arbeiðir blint og útlutar strukturelt hvønnfall til fylliheildina (t.e. ávirkið).
Hvørjumfallið breiðir seg
Men so er eisini ein onnur broyting at síggja í nútíðarføroyskum.
Tað er, har leksikalskt fall vinnur fram. Hetta er serliga eftir fyrisetingina frammanfyri. Hon stýrir upprunaliga hvønnfalli, frammanfyri málið, men er í dag farin at stýra hvørjumfalli hjá fleiri, frammanfyri málinum. Her er talan um leksikalskt fall, sum merkir, at ‘stað’ verður sett í samband við hvørjumfall, júst sum í bátinum, á fjallinum, undir borðinum, yvir borðinum. Víst verður, at tað er serliga frammanfyri, sum er farin yvir til at stýra hvørjumfalli, men at hetta spakuliga breiðir seg til aðrar fyrisetingar eisini.
Dømi úr greinini eru eitt (a) lágtrýst eystanfyri Íslandi; (b) fall á ein stein uttanfyri kaiini og (c) tú kláraði at hava politiið aftanfyri tær. Broytingarnar, sum viðgjørdar eru í greinini, eru sostatt dømi um leksikalska diffusión, sum merkir, at broytingin spreiðir seg frá orði til orð.
Hóast strukturelt fall vinnur fram (nærhendis flogvøllinum til nærhendis flogvøllin), so verður víst í greinini, at hvørjumfall enn stendur ógviliga sterkt t.d. eftir hjá og frá.
Data í greinini kemur frá innsavning við spurnarbløðum, og frá talumálsbankunum Føroyskur Talumálsbanki (Føroyamálsdeildin) og Faroese Danish Corpus (Universitetið í Hamburg).
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...