Brúk av HAVA/VERA í føroyskum
Hjalmar P. Petersen hevur saman við Caroline Heycock nýggja grein í nýggjastu útgávuni av Acta Linguistica Hafniensia.
Á sumri í 2016 var ein workshop í Keypmannahavn, sum Københavns Universitet skipaði fyri. Hon var um ‘Perfect Auxiliaries in the Languages of Europe’. Greinar frá hesi workshop eru nú í teirri nýggjastu útgávuni av Acta Linguistica Hafniensia (fyrst bara tøkt online; seinni tøkt á prent), og har hava Caroline Heycock og Hjalmar P. Petersen skrivað um HAVE/VERA í føroyskum.
Greinin kallast ‘The HAVE/BE alternation in contemporary Faroese”, og er úrslit av samstarvi ímillum Caroline og Hjalmar, har hugt hevur verið nærri at, um VERA kann nýtast sum eitt temporalt hjálparsagnorð í føroyskum á sama hátt sum í donskum. Tey koma fram til, at so er, sbr. at til ber at siga ‘Jón er ofta farin til Boston’ í føroyskum, har íslendskt nýtir HAVA sum hjálparsagnorð ‘Jón hefur oft farið til Boston’. Eisini eru dømi við sokallaðum kontrafaktiskum setningum við í greinini, t.d. ‘um flogskiparin er flogin til Bergen í dag, so verður hann veðurfastur har í fleiri dagar’. Eisini her ber til at nýta VERA (og HAVA) ‘um flogskiparin hevði flogið til Bergen í dag, so verður hann veðurfastur har í fleiri dagar’.
Samstarvið teirra millum um HAVA/VERA alternatión heldur áfram, og verður nú gjørd størri kanning av hesum í føroyskum og donskum, har Anu Laanemets úr Estlandi eisini er við.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...