Burðardygg matvøruframleiðsla í vísindum og í verki
Intensivt skeið fyri master- og ph.d.-lesandi um umskifti til ein burðardyggan búskap í londunum í norðurhøvum
Ert tú master- ella ph.d.-lesandi? Hevur tú serligan áhuga fyri burðardyggari menning og hvussu hon kann fremjast í verki? So kanst tú leggja aftrat tínari vitan, tínum innliti og tínum førleikum á intensivum skeiði dagarnar 18.-22. juni.
Hesar dagar skipar Green Growth Dialogue fyri einum intensivum skeiði í tí, ið verður nevnt ‘engaged scholarship’. Skeiðið fer fram sum partur av verkstovuni hjá netverkinum Green Growth Dialogue, sum hesa ferð hevur heitið ‘Alternative and Sustainable Food Production in the Arctic’.
Á skeiðnum leggja vísindafólk fram og eisini leggja umboð fyri eitt nú vinnu og almennar stovnar fram teirra vitan, royndir og sjónarmið viðvíkjandi einum umskifti til ein meiri burðardyggan búskap í londunum í norðurhøvum. Týðandi partur av skeiðnum og verkstovuni er orðaskifti millum vísindaligu partarnar, her uppií lesandi, og almennu og vinnuligu partarnar um, hvussu umskiftið kann fremjast í verki.
Fakliga og verkliga samskiftið er eisini tað, sum eyðkennir luttakandi vísindi: Talan er um eina tilgongd, har partarnir í felag – grundað á samskifti – menna nýggja vitan og avbjóðingar og loysnir, og har hetta í sínum lag hevur við sær øðrvísi granskingarspurningar og policy-analysur.
Umsóknarblað og nærri kunning viðvíkjandi skeiðinum finnur tú her. Umsóknarfreistin er 15. mai.
Tú kanst eisini lesa meira um Green Growth Dialogue-netverkið og um Green Growth Dialogue-verkstovuna 2017.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...