Burðartunglyndi
31.10.2017
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Burðartunglyndi

Marin Strøm hevur saman við øðrum skrivað vísindaliga grein, sum byggir á úrslit frá eini størri yvirlitskanning, har hugt varð nærri eftir burðartunglyndi hjá kvinnum, ið ikki áður hava havt sálarliga sjúku.


Kanningin fevndi um tær kvinnur, ið fáa viðgerð (antidepressiva ella innlegging) fyri tunglyndi fyrstu seks mánaðirnar eftir barnsburð.

Úrslitið vísti, at tað eru færri enn 1%, ið fáa slíka viðgerð. Av hesum eru 28%, sum enn eru í viðgerð eitt ár seinni, meðan talið 4 ár seinni er komið heilt niðri á 5%.

Tó er vandin serliga høgur hjá teimum, ið áður hava upplivað barnsburðartunglyndi. Kanningin vísir, at vandin er 27 ferðir so høgur, samanborið við tær, sum ikki áður hava verið í antidepressivari viðgerð fyri burðartunglyndi og 46 ferðir so høgur samanborið við tær, sum ikki áður hava verið innlagdar vegna burðartunglyndi. Hetta vísir greitt, at kvinnur, ið áður hava havt tunglyndi, skulu fylgjast tættari í samband við barnsburð seinni í lívinum.

Kanningin byggir á danskt kanningartilfar.

Meira kann lesast um evni í greinini:

  • Risk, treatment duration, and recurrence risk of postpartum affective disorder in women with no prior psychiatric history: A population-based cohort study.Rasmussen MH, Strøm M, Wohlfahrt J, Videbech P, Melbye M. PLoS Med. 2017 Sep 26;14(9):e1002392. doi: 10.1371/journal.pmed.1002392. eCollection 2017 Sep.