Búskaparfrágreiðingin fingið nógva umrøðu
09.03.2016
Búskaparráðið
Skriva út

Búskaparfrágreiðingin fingið nógva umrøðu

Síðani Búskaparráðið legði fram várfrágreiðingina, hevur hon fingið nógva umrøðu


Í várfrágreiðingini lýsir Búskaparráðið fleiri tættir í búskapinum, sum ikki áður hava verið neyvt lýstir. Ein av hesum er gongdin í fólkatali og –samanseting. Í hesum sambandi verður m.a. víst á, at burðaravlopið verður negativt frá 2035.
Somuleiðis leggur ráðið fram nýggja vitan um føroyska arbeiðs- og útbúgvingarmarknaðin. T.d. kemur bert góð helvt av teimum, sum nema hægri útbúgving uttanlands, aftur til Føroya at búgva. Orsøkin er, at arbeiði er ikki til tey.
Frágreiðingin hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum. Harumframt hevur ráðið havt fleiri framløgur fyri seráhugabólkum, her uppií kommunum, peningastovnum og vinnulívsfólkum umboðandi so at siga allar leiðslur í føroyska vinnulívinum.
Búskaparfrágreiðingin kann takast niður her.