Búskaparfrøði sum granskingar- og undirvísingarøki á Fróðskaparsetri Føroya
TF Holding og Fróðskaparsetur Føroya hava gjørt avtalu um stuðul til uppbygging av búskaparfrøði sum granskingar- og undirvísingarøki á Fróðskaparsetri Føroya.
Tann 1. juli 2015 verður Tryggingarfelagið Føroyar 75 ár og hetta fer TF Holding samtakið at hátíðarhalda. Ein partur av hesum hátíðarhaldi er ein serstøk stuðulsveiting til Fróðskaparsetur Føroya.
TF Holding og Fróðskaparsetur Føroya hava gjørt avtalu, ið gevur Fróðskaparsetrinum samlað kr. 5 mió. yvir fimm ár. Stuðulin skal nýtast til at seta vísindafólk í starv og at bjóða út bachelorútbúgving í búskaparfrøði. Nýggju vísindafólkini skulu, saman við verandi starvsfólkum, skipa og styrkja búskapargranskingina og undirvísa á komandi útbúgvingini.
“TF Holding hevur sítt høvuðsvirksemi í Føroyum, og sum størsta fíggjarfyritøka landsins vilja vit nýta hetta serstaka høvið at veita stuðul til Fróðskaparsetrið í hesari verkætlanini. Gransking í búskaparviðurskiftum veitir samfelagnum neyðuga vitan og amboð at grunda samfelagsligt og vinnuligt virksemi á”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.
TF Holding samtakið metir tað vera alneyðugt at styrkja føroyska búskapargransking og at holl útbúgvingartilboð á hægri stigi eru innan sama øki.
”Arbeitt hevur verið í eina tíð við at fyrireika búskaparfrøðiliga gransking og útbúgving á Setrinum. Stuðulin frá TF Holding samtakinum ger tað møguligt at seta ferð á hetta arbeiðið. Gransking í búskapi fer at veita nýggja viðkomandi vitan, ið verður týdningarmikið íkast til samfelagsmenningina. Vit vilja seta á stovn eina bachelorútbúgving í búskapi, eftir altjóða leisti, sum dregur inn viðurskifti og gransking úr einum føroyskum sjónarhorni, og við hesum veita samfelagnum eitt gott og kappingarført lestrartilboð.”
“Fróðskaparsetrið leggur dent á at raðfesta búskaparfrøði sum vísindaøki og vil virka fyri at virkisøkið verður væl gróðursett á Setrinum og tískil leyst av stuðuli tá tey 5 árini eru runnin”, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum.
Avtalan er galdandi frá 1. juli 2015 og 5 ár fram.
TF Holding er móðurfelagið í TF Holding samtakinum. Hugmyndin er at TF Holding samtakið vil vera fremsta val føroyinga innan tryggingar-, pensjóns- og bankatænastur umframt týðandi íleggjari í føroyskt vinnulív. Tilverugrundin hjá TF Holding er at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum.
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg, er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
Samband:
TF Holding: Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, tlf. 348580, teldupostur: ssj(at)eik.fo
Fróðskaparsetur Føroya: Sigurð í Jákupsstovu, rektari, tlf. 292503, teldupostur: sigurdj(at)setur.fo
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...