Búskaparráðið: Bráðfeingis hjálparpakki til tænastuvinnuna
Fyri at mótvirka húsagangir og uppsagnir í tænastuvinnuni, mælir Búskaparráðið til at seta í verk ein bráðfeingis hjálparpakka, sum veitir stuðul til føstu útreiðslurnar hjá fyritøkum, ið missa inntøku av korona-tilbúgvingini
Sum nú er, veitir verandi hjálparpakki stuðul til lønarútreiðslur hjá fyritøkum, sum senda fólk heim uttan at siga tey úr starvi. Tænastufyritøkur hava tó aðrar fastar útreiðslur enn lønarútreiðslur, eitt nú húsaleiga og rentur, og eingin stuðul verður í løtuni latin tænastufyritøkum, sum av korona-tilbúgvingini missa umsetning.
Eingin vissa er fyri hvussu støðan í búskapinum verður aftan á 30. juni 2020, tá fyrsti hjálarpakkin fer úr gildi.
Vandi fyri húsagangum
Útflutningsvinnurnar hava í løtuni flutningstrupulleikar og minkandi sølu, men stór yvirskot hava verið á handilsjavnanum og hjá summum fyritøkum ber til at økja goymslurnar til seinnu sølu. Mett verður tí ikki, at útflutningsvinnan tørvar serligan stuðul.
Nógv ferð hevur verið á byggimarknaðinum, men væntandi minka ordrabøkurnar munandi í verandi løtu. Fyrst og fremst er tó lítið og einki virksemi í tænastuvinnuni, og ill ber til hjá tænastuvinnuni at vinna mista umsetningin inn aftur seinni.
Vandi er tí fyri at tað kann fáa húsagangir og uppsagnir við sær, um stuðul ikki verður latin tænastuvinnuni beinanvegin.
Endurgjaldsskipan gerast
Umstøðurnar í búskapinum nú kunnu birta upp undir eina eyka konjunkturniðurgongd, sigur Búskaparráðið. Umráðandi er, at land og kommunur ikki fremja sparingar, men halda verandi útreiðslu- og íløgustøði. Búskaparráðið mælir til, at ein endurgjaldsskipan fyri ein part av føstu útreiðslunum hjá fyritøkum, ið vegna korona-tilbúgvingina missa umsetning, verður sett í verk bráðfeingis.
Les meira um tilmælið hjá Búskaparráðnum her
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...