11.10.2013
Búskaparráðið
Skriva út

Búskaparráðið skift bústað á alnetinum

Í sambandi við, at Fróðskaparsetrið hevur yvirtikið skrivarauppgávuna og dagligu umsitingina hjá Búskaparráðnum, flytir heimasíðan hjá ráðnum nú bústað.


Hendan broytingin kom við broyting í Løgtingslóg um Búskaparráð í 2012. Nýggi bústaðurin er ein partur av heimasíðu Setursins, sí leinki.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og ráðgeva um búskaparlig viðurskifti, undir hesum um konjunkturgongdina og um fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum í longdini. Á heimasíðuni liggur alt tilfar, sum ráðið higartil hevur latið úr hondum.

Tvær ferðir árliga ger Búskaparráðið konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Harumframt kann Búskaparráðið gera temafrágreiðingar og ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum. Alt tilfar frá hesum arbeiði fer frameftir at vera at finna á nýggju heimasíðuni.