Bygdarhandilin hevur stóran týdning
Ein kanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt, vísir at 90% av teimum, sum búgva á bygd, meina, at bygdarhandilin hevur sera stóran týdning fyri tað einstøku familjuna og fyri bygdina.
Tey siga eisini, at umframt møguleikan at keypa gerandisvørur, er handilin eisini eitt sosialt tiltak, har tey hitta onnur og fáa eitt gott prát. Men kanningin vísir samstundis, at bygdarhandilin hevur stórar avbjóðingar, tí bert 39% av bygdarfólkinum keypir allar sínar vørur har, meðan 38% keypa helvtina ella minni enn helvtina av vøruni í bygdarhandlinum.
Altjóða granskingarverkætlan
Kanningin er partur av NPP-verkætlanini ”Tín bygdarhandil”, ið er ein granskingarverkætlan, sum Granskingardepilin er partur av saman við granskarum úr Írlandi, Íslandi, og Finnlandi.
Í Føroyum eru tilsamans 7 bygdahandlar við, og fevna hesir um bygdirnar: Viðareiði, Hvannasundi, Oyndarfjørð, Nólsoy, Hvalba og Porkeri. Og eru tað húski í hesum bygdum, sum hava luttikið í kanningini.
Spurnakanning millum húskini
Í spurnakanningini varð umframt týdningin av handlinum, eisini spurt um vøruúrvalið og tænastuna sum heild. Sum heild er kundin væl nøgdur við tænastuna í bygdarhandlinum. Men tað eru nøkur viðurskifti, ið kundu verið betri. Eitt nú halda fleiri enn 50% at prísurin á vøruni skuldi verið lægri og vøruúrvalið størri.
Tær vørur, ið kundin saknar mest eru feskar vørur, fleiri kjøtvørur, grønmeti og frukt. Tey allar flestu er væl nøgd við úrvalið av vanligum turrvørum og frystum vørum, tey eru eisini væl nøgd við úrvalið av m.a. mjólk, osti og breyðvørum.
Tann størsta avbjóðingin hjá bygdarhandlinum, sambært hesi kanning er, at handilin kemur í tvístøðu millum at noyðast at hava eitt breitt og gott úrval av øllum vanligum vørum, eisini frískum vørum, og tí lítla kundagrundarlagnum, handilin hevur.
At ein triðingur av bygdarfólkinum eru tryggir kundar, meðan restin bara keypir av og á, ger tað trupult at laga vøruúrvalið til kundan.
Kanningin vísir eisini at hetta er ein ítøkiligur trupulleiki, tí ofta gerast vørurnar ov gamlar ella farna út um datomerkingina. Hetta gongur út yvir tænastustøðið og avkastið hjá handlinum.
Handilin á bygd er sárbarur, bæði tí kundargrundarlagið er lítið og tí at stóru handlarnir í meginøkinum hava møguleika at bjóða tilboð við sera lágum prísum.
Hóast bygdarhandlarnir hava eitt prísstøði á hædd við handlar í meginøkinum, so kunnu teir ikki kappast við serligu tilboðini. Fyri at bøta um hetta, eru fleiri av bygdarhandlunum limir í handilssketum Merko ella Samkeyp, men hetta munar bert smávegis.
Myndugleikar aðrastaðni taka trupulleikan í álvara
Í okkara grannalondum hava lands- og lokalir myndugleikar í fleiri økjum tikið trupulleikarnir hjá bygdarhandlunum í álvara. Teir royna at stuðla undir handilin við m.a. ráðgevandi tiltøkum, ábøtum á flutningsviðurskifti og m.a. við at keypa lokalt.
Í Føroyum eru tað serliga handlarnir á Viðareiði og í Norðdepli/Hvannasundi, ið líða undir, at flutningurin við vørubilum er skerdur norður um fjall. Hjá teimum er neyðugt, at umskipa alla vøru í Klaksvík.
Endamálið við verkætlanini ”Tín bygdarhandil” er, at Granskingardepilin, saman við handlunum og stovnum í útjaðaranum, bæði í Føroyum og grannalondum okkara, skapa loysnir (eitt koncept), ið gera tað lættari at reka handil í útjaðaranum og fáa eitt avkast.
Úrslitið av hesar verkætlanini vísa, at tað er ein fyrimunur fyri bygdarhandlarnar, um teir í størri mun enn nú, gerast ”multifunktionellir, t.v.s. hava eitt breitt útboð av tænastum, eitt nú møguleikan at fáa sær ein kaffimunn í handlinum, keypa bløð, posta, taka pengar út, keypa apoteksvørur, fara ókeypis á internetið og skipa serlig tiltøk fyri ferðavinnuna.
Størsta avbjóðingin liggur tó í lokalsamfelagnum, ella hugburðinum hjá bygdarfólkinum til handilin. Tí um bygdarfólki ikki bakkar upp og keypir meira lokalt, ber illa til at yvirliva. Men hetta inniber eisini, at handilin á bygd, í samstarvi við kundan, lagar vøruúrvalið og tænastuna til tørvin. Tað eru júst hesi viðurskifti, ið henda verkætlan ”Tín bygarhandil” vónandi kann veita eina hjálpandi hond við.
Altjóða fíggjað verkætlan
Verkætlanin er fíggja av NPP – Northern Perephery Programme, sum er útjaðaragrunnur hjá ES, Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning og NORA.
Í Føroyum hava umframt Granskingardepilin, eisini Handilsskúlan í Kambsdali, nakrar kommunur og aðrir viðkomandi myndugleikar luttikið í verkætlanararbeiðinum.
Hava tit spunrningar, so kunnu tit venda tykkum til Olgu Biskopstø, verkætlanarleiðara, á olga(at)socdev.fo ella á tlf. 292592
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...