Carla Delzotto fyrilestur um, hvussu Norðurlond gjørdust kristin
Mikudagin 10. juni klokkan 16 fer Carla Delzotto at halda almennan fyrilestur um, hvussu Norðurlond gjørdust kristin.
Fyrilesturin eitur "The Conversion to Christianity in the Nordic Countries", og í honum verður dentur lagdur á at greiða frá, hvussu kristindómur gjørdist almennur átrúnaður í Norðurlondum. Greitt verður frá stovnanini av norðurlendskum bispadømum og sambandinum millum kirkjuvald og kongsvald.
Fyrilesturin verður á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, gøtuhæddin.
Carla Delzotto er lektari á stóra Sapienza Università í Rom. Hon arbeiðir serliga við germanskum máli og bókmentum og hevur m.a. skrivað um kristindóm í íslendskum sagaum. Hon vitjar Fróðskaparsetrið í sambandi við, at samstarvsavtala er gjørd millum Fróðskaparsetrið og Sapienza Università.
Sapienza varð stovnað av Boniface VIII páva í 1303. Við sínum meir enn 700 árum er Sapienza eitt av elstu fróðskaparsetrum í heiminum, og samstundis er tað eisini millum heimsins størstu fróðskaparsetur. Øll hesi 700 árini hevur Sapienza havt ein týðandi leiklut í italskari søgu, og tað hevur verið beinleiðis partur í avgerandi broytingum og menning av samfelagi, búskapi og politikki í Italia.
Týsdagin 9. juni kl. 15 verður Carla eisini við á tiltaki, sum Klaksvíkar býráð og italski konsulin í Føroyum skipa fyri á Gamla Seglhúsinum í sambandi við, at italskur tjóðardagur júst hevur verið. Á hesi móttøkuni fer Carla at halda ein stuttan fyrilestur um, hvussu írskir og rómverskir kristniboðarar gróðursettu kristnitrúnna í Norðurhøvum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...