Chiaki týðir Jóanes
Fyrrverandi næmingur á Fróðskaparsetrinum týðir Jóanes Nielsen til japanskt
Japanska tíðarritið Japanese Contemporary Poetry Magazine/ Gendaishi Techo, nr. 3, mars 2013, hevur eitt úrval av norðurlendskum yrkingum í japanskari týðing.
Jóanes Nielsen umboðar føroyskan skaldskap við yrkingunum Telefonboksin, Pest og Draga millum árstíðir.
Í ritinum er tilskilað, at hetta er fyrstu ferð, at føroyskar yrkingar eru týddar til japanskt. Ritið verður sent til norðurlendskar sendistovur í Japan, Norðurlandaráðið o.o. viðkomandi.
Umframt yrkingarnar er grein um Jóanes Nielsen eftir Turið Sigurðardóttur í ritinum.
Chiako Kaiho hevur týtt yrkingarnar og greinina til japanskt. Chiaki hevur MA-prógv frá Tokyo universiteti við MA-ritgerð um málstøðuna í Føroyum. Chiaki, sum hevur lisið danskt í Danmark og føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya, kom fyrst á norðurlendskt, síðan á altjóða summarskeið og las harnæst eitt ár á Fróðskaparsetrinum. Hon undirvísir, týðir og skrivar um norðurlendsk og føroyskt mál og mentan. Chiaki arbeiðir nú fyri norska sendiráðið í Tokyo.
Jóanes Nielsen lesur yrkingarnar her:
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...