Claus Leth Bak front.jpg
Claus Leth Bak hevur stóran alsk til føroysku náttúruna
14.07.2023
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Claus Leth Bak verður dekanur á Náttúruvísindadeildini

Royndur granskari og undirvísari fer at standa á odda fyri Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya frá 1. oktober

Talan er um Claus Leth Bak, professara í orkuverkfrøði á Aalborg Universiteti síðani 2016, har hann m.a. eisini hevur stýrt ph.d.-útbúgvingini í 12 ár.

Lesið meira um Claus her.

Claus Leth Bak hevur verið í Føroyum nógvar ferðir og sigur, at nýggja starvið á Setrinum og at flyta til Føroya við familjuni er ein dreymur, sum gongur út.

Vit kenna eisini Claus Leth Bak sum vegleiðara hjá m.a. Helmu Mariu Tróndheim, sum fyri góðum ári síðani stóð sína vinnu-ph.d. í samstarvi millum Setrið og SEV.

Claus Leth Bak, sum eisini er settur sum professari á NVD, tekur við dekanstarvinum 1. oktober.