Knud Simonsen
12.12.2007
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

'Climate connection' verður evnið í FLL 2008

Í 2008 verður evnið veðurlagsbroytingar í First Lego League (FLL) kappingina. Valið fellur saman við at størsta granskingarsamstarv nakrantíð, Altjóða Polarárið (International Polar Year, IPY), er í gongd. Tá IPY varð 'skotið' í gongd boðaði føroyski mentamálaráðharrin frá, at Landstýrið raðfestir arktiska gransking høgt.


Tað var í First Lego League (FLL) kappingini at bólkurin Junior Kids av Skála gjørdist nummar tvey í norðurlensku finaluni í 2007 fyrst í desembur mánaða. Evnið í 2007 var varandi orka, meðan evnið í komandi kappingini verður 'Climate Connections'.

Endamálið við FLL
Høvuðsendamálið við FLL er at fremja áhugan fyri náttúruvísindum og tøkni. Komandi FLL leggur seg eftur at fáa børn og ung at kanna, hví nógvir serfrøðingar halda at veðurlagi broytist, og hvussu hesar broytingarnar kunnu ávirka jørðina og okkum, sum búgva á henni. Orsøkir og avleiðingar eru onkursvegna knýtt saman, og fleiri serfrøðingarnir siga, at vit mugu hugsa globalt og handla lokalt.

Altjóða Polar Árið 2007-08 (IPY)
Stórar broytingar er longu staðfestar í havísinum í Pólhavinum og innlandsísinum í Grønlandi, og júst í ár er Altjóða Polar Ár, vanliga stytt til IPY frá enska heitinum International Polar Year. IPY er eitt granskingarátak har minst 50.000 granskarar og tøkningar frá um 60 londum luttaka, og er eitt av størstu altjóða granskingar átøkunum nakrantíð.

IPY varð 'skotið' í gongd á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn tann 01.mars 2007, har Mentamálaráðharrarnir úr øllum londunum hildu røðu. Føroyski Mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, segði tá, at 'Færøerenes Landstýri vil prioritere Arktisk forskning, herunder IPY, højt'.

Samanfall millum prioritering hjá Landstýrinum og FLL
FLL hevur seinastu tvey árini í stóran mun verið skipað ígjøgnum skúlaverkið. Samanfallið millum fráboðanina hjá Mentamálaráðharranum í Keypmannahavn og at hann er ovasti mynduleikin í føroyska skúlaverkinum, ger, at fyrireikararnir vanta eina dygga undirtøka frá MMR til hetta tiltakið, hvørs endamál er at fremja áhugan fyri náttúruvísindum og tøkni hjá føroyskum skúlaungdómum.