02.11.2007
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Dálking á Havnarvág

Á Havnarvág er dálkingin størsta inni við Skipasmiðjuni og minkar síðani so líðandi sum vit flyta okkum burtur frá Skipasmiðjuni.


Úrslitini byggja á kanningar av kræklingi. Við at máta ymisk kemisk evni í kræklingi, ber til at siga nakað um umhvørvið, har kræklingurin livur. Hetta er tí, at kræklingurin hevur ein slíkan livihátt, at hann meginpartin av sínum lívi er festur á sama staði. Kræklingur skaffar sær føði við at síla stórar nøgdir av sjógvi gjøgnum táknurnar, so hann kann fáa fatur á ymiskum æti, sum er í sjónum. Umframt føðina, fær kræklingur eisini ymisk kemisk evni við í kroppin, sum eru upployst í sjónum. Hesi evnini verða við tíðini uppkonsentrerað í kræklinginum. Hetta ger, at hóast nøgdirnar av teimum kemisku evninum eru evarska smáar í sjónum, gerast nøgdirnar tó munandi størri í kræklinginum, so lættari gerst á máta hesi kemisku evnini.

Bachelor verkætlanin

Hetta er grundarlagið undir bachelor verkætlanini. Í sínum kanningum hevur Hugin havt kræklingar hangandi í rúsum á trimum ymiskum støðum á Havnarvág: Á tveimum støðum við bátabrúgvarnar við Skálatrøð, eina tætt við Skipasmiðjuna og eina yvir móti Vágsbotni - og so eina støð uttan fyri Tinganes.

Tá ein tíð var fráliðin, vóru kemiskar kanningar gjørdar av kræklinginum frá teimum ymisku støðunum eins og kannað varð hvussu stórur partur av kræklinginum yvirlivdi á teimum ymisku støðunum. Tá hesar kanningarnar vóru lidnar, vórðu úrslitini samanborin. Ikki heilt óvæntað vísti kanningin, at tann størsta dálkingin varð funnin nærmast Skipasmiðjuni og dálkingin minkar síðani, so líðandi, sum vit flyta okkum burtur frá Skipasmiðjuni.
Atknýtt tilfar

Bachelor uppgávan ber heiti 'Blåmuslinger som biomarkører. En undersøgelse af blåmuslingens ( Mytulis edulis) egenskaber som biomarkør i det marin, kystnære miljø' og kann lesast her .

Tann 11. mai 2007 prentaði Dimmalætting greinina hjá Hugin K. Mortensen 'Á, tann deiliga Havn...'. Les greinina her.