fíggjarviðurskifti.jpg
Martin N. Simonsen
12.09.2019
Setrið Búskaparráðið
Skriva út

Demografiskur dráttur og avbjóðingar fyri búskapin

Fyri 2019 metir Búskaparráðið saman við Hagstovuni vøksturin í BTÚ í leypandi prísum at verða 6,6%

Harumframt hevur Búskaparráðið, sum víst í niðanfyristandandi yvirliti, endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri 2018. Metingin av búskapargongdini byggir á tær fortreytir, at tøkan í alivinnuni væntast at vaksa í 2019 í mun til 2018, meðan laksaprísurin væntast at vera støðugur. Makrel- og svartkjaftaprísirnir væntast at hækka nakað, meðan sildaprísurin væntast at falla.

Ein væntað øking í innlendska eftirspurninginum, serliga í privatu nýtsluni, dregur vøksturin upp, umframt ein øktur útflutningur.

Fyri at sleppa undan at tátta í í niðurgongd og við atliti til fíggjarpolitisku haldførisavbjóðingini í longdini, áttu yvirskot landskassans at verið størri undir verandi hákonjunkturi. Ófíggjaðir skattalættar ella onnur stimbran av búskapinum eigur ikki at verða framd í núverandi konjunkturstøðu, tí hetta elvur til prísvøkstur og versnan av úrsliti hins almenna.

Demografiska gongdin er samfelagstátturin, ið mest eyðsýnt kemur at ávirka fíggjarpolitiska haldførið í langa siktinum. Trupulleikarnir stava frá eldingini av búfjøldini. Okkara framrokningar vísa, at vit standa yvir fyri tørvinum á eini tvífalding av kapasitetinum í eldrarøktini og heilsuverkinum. Búskaparráðið er av teirri fatan, at politiska skipanin hevur givið hesum trupulleika ov lítlan ans.

Búskapargongdin hevur avgerandi týdning fyri til- og fráflyting millum Føroyar og útlond. Tí hevur tað alstóran týdning at slóða fyri produktivitetsvøkstri, sum gevur hægri livistøði. Hetta stuðlar upp undir nettotilflyting, har ung fólk í størri mun velja Føroyar til, sum í sjálvum sær bøtur um fíggjarpolitiska haldførið.

Búskaparráðið er mannað av Sigurd Poulsen, Ester Hansen og Djóna Højgaard, formanni.

Skrivari er Ólavur Christiansen.

Birita Mortansdóttir, lesandi (stud.polit), er skrivarasassistentur.

les meira um Búskaparráðið her