Depil Kára á Rógvi fyri gransking í lóg og løgfrøði stovnaður
Grunnurin til minnis um fyrsta professaran í lóg á Setrinum verður týðandi stuðulsveitari hjá nýstovnaða lógardeplinum, sum eitur Depil Kára Rógvi fyri gransking í lóg og løgfrøði
Depil Kára á Rógvi fyri gransking í lóg og løgfrøði varð stovnaður 5. juni 2020, tá Mikael Karlsson, adjungeraður professari, umboðandi løgfrøðiligu vísindastarvsfólkini á Fróðskaparsetrinum, Chik Collins, rektari, og Heri á Rógvi, umboðandi Grunnin til minnis um Kára á Rógvi, undirskrivaðu viðtøkurnar.
Teir tríggir eru limir í stýrinum fyri nýstovnaða depilin.
Mikael Karlsson er samstundis fyrisitingarligur stjóri. Depilin er partur av Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, og er depilin knýttur beinleiðis at løgfrøðiligu vísindastarvsfólkunum, ið embætis vegna eru limir í deplinum.
Menna løgfrøðigransking
Hetta er fyrsti granskingardepil av sínum slagi á Setrinum (Granskingardepilin fyri samfelagsmenning er øðrvísi skipaður). Slíkir granskingardeplar eru vanligir á øðrum europeiskum universitetum, ikki minst í Norðurlondum.
Ábyrgdirnar hjá deplinum verða í tøttum samstarvi við løgfrøðiligu vísindastarvsfólkini, sum hava ábyrgd av løgfrøðiligu útbúgvingunum, Søgu- og samfelagsdeildina sum heild og annars føroyska løgfrøðiliga samfelagið at stuðla og menna føroyska løgfrøðigransking; at menna akademiska umhvørvið á Søgu- og samfelagsdeildini, serliga í løgfrøði, við at skipa fyri ráðstevnum, seminarum, fyrilestrum og við at stuðla vitjandi akademikarum; luttaka í og styðja útgávu av Føroyskum Lógar Riti og líknandi føroyskum ritum; luttaka í tilgongdini at gera føroyska løgfrøðiliga orðabók og miðla vitan um føroyska lóg og løgfrøði og onnur evni av týdningi fyri føroyska samfelagið.
Mikael Karlsson, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum, verður fyrisitingarligur leiðari á Depli Kára á Rógvi fyri gransking í log og løgfrøði
Granskingin í fastar karmar
Serligt eyðkenni fyri depilin er, at hann fær ikki lut í Setursins vanligu játtan.
Hóast Setrið kann velja at játta ávíst virksemi, fer virksemið á deplinum at verða treytað av uttanhýsis stuðuli, frá privatum og almennum veitarum, fremmandum og heimligum granskingargrunnum, privatum vinnufyritøkum og almennum myndugleikum v.m.
Týðandi stuðulsveitari verður Grunnurin til minnis um Kára á Rógvi, stovnaður av vinum og skyldfólki Kára.
Kári á Rógvi andaðist brádliga á ungum aldri í 2015.
Kári tók stig til at stovna útbúgving í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, og hann gjørdist fyrsti professarin í lóg á Setrinum. Nú farið verður undir at skipa gransking í lóg á Setrinum í fastari karmar, er hóskandi, at hetta verður gjørt honum til heiðurs.
Føroyskt Lógar Rit
Nýggjasta útgávan av Føroyskum Lógar Riti frá apríl varð eisini ognað minninum um Kára á Rógvi.
Í oddagreinini stendur m.a. soleiðis:
"Tá ein lovandi amerikanskur løgfrøðingur fyri gott 30 árum síðan brádliga doyði í einum aldri av einans 42 árum, skrivaði ein eldri starvsbróður, at akademisk løgfrøði kundi neyvan verið fyri meira lemjandi missi. Eg havi mangan hugsað, at tá tað bar til at orða seg so í einum samfelag við hundradavís av úrmælingum innan løgfrøði, hvussu skal tað so bera til at finna orð fyri missin fyri føroyska løgfrøði og samfelag av Kára á Rógvi, professara, fyri nú 5 árum síðan?
Kári var fyrsti føroyski løgfrøðingurin, sum av álvara hevði eina samanhangandi hugsjón um føroyska løgfrøði og føroyska løgfrøðiliga útbúgving. Hóast fyri ein part hjálptur av øðrum er tað honum einsamøllum fyri at takka, at eitt føroyskt akademiskt lógarrit bleiv stovnað, og somuleiðis at løgfrøðiútbúgving í dag er á Fróðskaparsetri Føroya."
Ritið kann lesast her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...