Diabetes typa 2 rakar líka hart í Føroyum
Fitt av fólki hevði leitað sær oman á Østrøm hóskvøldið til Seturskjakið, har evnið var “Diabetes typa 2 viðgerð og røkt – verri ella betri í framtíðini?”
Hesa ferð skipaði Sjúkrarøktarfrøðideildin fyri Seturskjakinum við Kristionnu Winther Poulsen sum orðstýrara.
Súsanna M. Mortensen, deildarleiðari bjóðaði vælkomin vegna Sjúkrarøktarfrøðideildina. Hon tók aftur í hvat diabetes typa 2 sjúkan er og hvat hon krevur av broytingum í matvanum og motión. Sjúklinginum tørvar, umframt heilivágsviðgerð, ráðgeving og undirvísing. Higartil hava sjúklingar fingið røkt og viðgerð innan sjúkrahúsgátt, men politiska ætlanin er, at røktin og viðgerðin skal útinnast innan kommunulæknaskipanina. Spurningurin var tí, um diabetes typa 2 viðgerðin og røktin í framtíðini fer at verða verri ella betri.
Byrjað varð við 4 framløgum:
Kristianna Rein, forkvinna í Diabetesfelagnum vísti á, at diabetes er ein av stóru hóttanunum móti heimsheilsuni og at 371 milliónir fólk kring heimin er rakt av hesi sjúku. Ræðandi er at vita, at kanska líka nógv bera sjúkana uttan at vita tað. 90% av teimum hava diabetes 2. Fyri Føroyar liggur talið ímillum 2000 og 3000 og eisini her ger tað sama seg galdandi, líka stórt tal veit ikki av, at tey bera sjúkuna. Fyri samfelagið er hetta kostnaðarmikið, serliga tá tikið verður við fylgisjúkur. Talan er um, at fólk kunnu gerast blind, missa likamslutir, fáa nýrasjúku og hjarta- og æðratrupuleikar. Afturat hesum koma sálarlig og sosial árin. Fyri sjúklingarnar er alneyðugt, at tey fáa tað viðgerð og røkt, sum teimum tørvar.
Mariann Patursson, kliniskur dietistur legði serligan dent á matin, sum er ein hornasteinur, tá talan er um diabetes. Fyri okkum menniskju er matur ein tørvur fyri at yvirliva, men tað er samstundis eisini ein stórur partur av okkara sosiala lívi. Maturin má ikki blíva ein plaga, tí vit vilja øll heldur síggja tað sum ein part av hugnanum. Her fær kostráðgevin ein týdandi leiklut í viðgerðini og røktini hjá diabetes sjúklingunum. Tey kunnu verða við til at kunna um, hvussu sjúklingurin skal eta. Eisini kunnu tey gerast ein avgerandi partur í fyribyrgingini.
Beinta Joensen, diabetessjúkrarøktarfrøðingur, sum starvast á Diabeteslaboratoriunum á Landssjúkrahúsinum, vísti á teirra leiklut. Har starvast 2 læknar, 2 sjúkrarøktarfrøðingar og 1 skrivari. Tey eru útbúgvin til hetta arbeiðið og kunnu veita viðgerð og røkt til sjúklingar við diabetes. Hon vísti á týdningin av kunning um serliga diabetes 2, tí tað er neyðugt at kunna um eyðkennini, soleiðis at fólk fáa staðfest sjúkuna so tíðliga sum gjørligt og soleiðis sleppa undan fylgisjúkunum. Samstundis er neyðugt við fyribyrgjandi átøkum. Teirra royndir vísa, at ein betri kunning eisini hevur jaliga ávirkan á sjúklingin og fær blóðsukurið til at falla.
Petur Højgaard, kommunulækni vísti á, at skal røktin og viðgerðin útinnast innan kommunulæknaskipanina, so er tað eisini eitt mál at betra hesa tænastu í framtíðini. Kronisku sjúkurnar, sum diabetes eisini er, fara at krevja nógv av samfelagnum í framtíðini og tað er neyðugt at hugsa fyribyrging sum part av hesum. Komandi ætlanin er eisini ein samskipan av tænastuni, sum við kommunulæknunum kemur nærri sjúklinginum. Men ein fyriteyt fyri at ætlanin skal koma at virka er, at starvsfólk innan øll øki verða førleikament til uppgávuna. Bæði læknar, sjúkrasystrar, diatistar, fótarøktarar v.m. Og kunningin má lagast so, at sjúklingarnir læra at taka ábyrgd, samstundis sum teir fáa tilboðið neyvt eftirlit. Samstundis mælti hann til, at Diabeteslaboratoriið serliga fer at taka sær av typu 1 sjúklingunum og teimum meira kompliseraðu tilburðunum av typu 2. Ein annar avgerandi leiklutur verður at hjálpa kommunulæknaskipanini og menna teir starvsfólkabólkar, sum skulu virka har.
Gott kjak varð eisini, har tað millum annað varð víst á, at ætlanin við at flyta røkt og viðgerð yvir í kommunulæknaskipanina eisini kann verða við til at betra umstøðurnar fyri sjúklingin. Tí, verður borðið rætt at, og allir starvsbólkar førleikamentir til uppgávuna, so verður grundarlagið av starvsfólki, sum arbeiða innan økið, nógv breiðari, bæði í tali og demografiskt. Eisini kom fram, at tað er av týdningi, at fysioterapeutar verða partur av starvsbólkinum, tí at motión er so avgerandi. Motivatiónsbólkar, har heilsustarvsbólkar eru tilknýttir, verða nógv brúktir aðrastaðni og mælt varð til at taka hetta við í eini heildarætlan.
Aftaná var høvi at práta víðari og fáa sær eitthvørt heilsugott afturvið.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...