12.04.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Diplom í almannafyrisiting

Í vár verða fyrstu diplomini í almannafyrisiting handaði á Fróðskaparsetrinum.


Talan er um ávegis útbúgving á bachelorstigi, har virkin fólk í føroyskari almannafyrisiting hava tikið parttíðar ársnám (60 ECTS).

Málið er í framtíðini at bjóða útbúgving sum sosialráðgevi og almannafyrisitari, men ávegis hevur Søgu- og samfelagsdeildin í góðum samstarvi við serliga Aalborg Universitet sett saman ársnám, sum bæði kann nýtast at góðskriva á øðrum útbúgvingum og sum sjálvstøðug eftirútbúgving.

Námið er samansett av fýra bólkum av skeiðum ið kallast sosialt arbeiði, samfelagsvísing, løgfrøði og sálarfrøði. Kravt er at taka nøkur skeið úr hvørjum bólki uttan síðstnevnda, men annars er frælsi at velja fak úr teimum ymsu bólkunum.

Skeiðini í lóg eru kend skeið sum grundskeið í lóg og grundleggjandi fyrisitingarlóg, men eisini serliga sniðgivn skeið í eittnú ALS-lóg.

Skeiðini í samfelagsvísindi eru skeið ið annars eru boðin út á bachelorútbúgvingum, eittnú sosiologi og samfelagsvísindaligt háttalag.

Skeiðini í sosialum arbeiði eru boðin út í samstarvi við Aalborg og byggja á skeið á sosialráðgevaútbúgvingini har, men eru serliga lagað til føroysk viðurskifti og taka støði í føroyskum dømum.

Talan er um royndarverkætlan í góðum samstarvi við stovnar á økinum. Tá ið hesar royndir eru eftirmettar, er hugsandi at skipanin verður víðkað til aðrar tættir í fyrisiting, eittnú skattafyrisiting og starvsfólkafyrisiting.

Eftir meginreglunum ið nevndar eru eftir lærda háskúlanum í Bologna eru útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum nú býttar upp í trý stig, bachelor, master og Ph.D. Her er talan um diplomútbúgving ávegis til bachelor.

Fróðskaparsetrið merkir stóran áhuga fyri at menna starvsfólkahópin á almennum stovnum, skeiðini hava fingið góð ummæli sum bæði viðkomandi og mennandi fyri fólk ið frammanundan oftast hava hollar praktiskar royndir á økinum.