DJØF gevur út dagførda ritgerð hjá Kára á Rógvi
08.07.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

DJØF gevur út dagførda ritgerð hjá Kára á Rógvi

Kári á Rógvi Lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum vardi doktorsritgerð sína á Háskóla Íslands í 2009. Tá kom ritgerðin út í fyribils útgávu á forlagnum hjá universitetinum.


Síðani hevur DJØF, forlagið hjá donskum búskapar- og løgfrøðingum, vís bókini áhuga og hevur heitt á Kára um at dagføra hana.

Kári fekk í 2012 stipendium at vitja gamla kleystrið San Cataldo á Amalfistrondini í Italia, har hann fór undir at ritstjórna bókina av nýggjum. Seinasta árið er nógv granskingartíð farin til hesa verkætlan, sum nú hevur borið frukt.

Dagførda og endurskoðaða bókin er nú farin til prentingar og kann bíleggjast frá forlagnum. Bókin er 364 síður, og er perman prýdd við tekning eftir Eyvind Dalsgaard, abba Kára. (sí leinkið)

Á permumyndini síggjast nøkur gomul portur ið leiða tankarnar á tær forðingar og fortreytir ið Kári skrivar um í samband við grundlógarroynd.

Bókin mennir háttalag at kanna fortreytir og eyðkenni fyri grundlógarroynd, hvussu dómstólar og aðrir óheftir trætustovnar taka støðu til, hvørt lægri lóg er í samsvari við hægri. Nógv venja verður umrødd og hugt verður at 100-tals úrskurðum úr mongum ymsum londum og løgdømum.

Síðani verður hetta háttalagið brúkt at kanna nærri grundlógarroynd og løgfrøðiligar grundgevingar í norðanlondum søguliga og nútíðarliga. Besta myndin av rættarstøðuni fæst við at fata lógtekst og venju sum part av somu heild.

Serligur dentur verður lagdur á at sýna, hvønn týdning samveldisstøður hava, har bókin vísir á bæði Europeiska Samveldi, men eisini Europeiska Mannrættindasáttmálan sum skipanir av samveldiskendum slagi, har tær hægru lógirnar viga tyngri í teimum óheftu dómstólunum – allarhægsturættunum í Luksemborg og Strassburg – og seta til viks ella broyta lógir samtyktar á tjóðartingi.

Víst verður á, at tær vesturnorrønu løgfrøðiútbúgvingarnar høvdu ikki fyrireikað fólk til, hvat fór at henda við at taka undir við ES og EMRS, at tinglógir fóru at verða mýktar og at teir altjóða sáttmálarnir fóru at fáa alsamt ment innihald, vaksa og broytast í tulking.

Men eisini við at hyggja at søguni, teimum elstu norsku, donsku og íslendsku dómunum, sæst hvussu dynamisk ella mennandi tulking hevur verið partur av norðurlendskari jura, uttan at fakliga umhvørvið hevur vilja givið tí stórvegis ans. Tulkingin av grundlógum á okkara leiðum hevur tó mangan, serliga um miðju 20. øld, verið avmarkandi og hevur burturforklára ásetingar í grundlóg og altjóða sáttmálum.

Rákið í løtuni gongur tó týðiliga ímóti størri denti á rættindi og meginreglur, sum vilja brýna ella enntá seta til viks tinglógir gjørdar óumhugsaðar ella kanska við vilja í stríð við samtyktar hægri meginreglur.

Forðingarnar fyri nøktandi ráðgeving, sum bókin vísir á, er hvussu løgfrøðingar mangan ikki vilja taka til sín nýggjar samtyktir ella ikki duga á at skyna lóg sum kemur fram í mennandi tulking.

Lóg,serliga grundlóg og rættindalóg, er broytilig; og bókin veitir innlit í, hvussu lóg skal grundlógarroynd best skal eygleiðast.

Kári á Rógvi hevur eisini brúkt háttalagið við denti á at eygleiða mennandi tulking av lóg í úrskurðum í næstu bók sínum um føroyskan arbeiðsrætt, sum meira verður at frætta um seinni í summar.